Spennandi dystur á Giljanesi

Dysturin millum Søljuna og VÍF á Giljanesi sunnudagin gjørdist rættuliga spennandi, men tað var heimaliðið sum dróg longra stráið og vann sær bæði stigini.

Ikki óvæntað gjørdist tað ein spennandi dystur, tá ið VÍF sunnudagin fór um Vestmannasund og vestur í Vágar, har tær spældu móti Søljuni.

Søljan legði bragdliga fyri
Fyrstu løtuna av dystinum sá tað annars út til, at heimaliðið Søljan skuldi vinna ein greiðan sigur. Teir løgdu seg skjótt greitt á odda, og tað gekk sera striltið hjá VÍF at fáa bóltin í málið. Tíbetur fyri VÍF kann man siga, var Manuela Stan í málinum væl uppløgd, at hon syrgdi við nøkrum góðum bjargingum fyri, at Søljan ikki legði sjógv millum seg og gestirnar fyri steðgin.
Eftir at heimaliðið hevði lagt seg á odda 8-3, tók VÍF-venjarin, Sophus Dal-Christiansen, time-out, og tað legði lunnar undir eitt rættuliga comeback hjá vestmannakvinnum. Tær komu fyri seg, og tóku seg skjótt inn aftur á Søljuna, og tí var bert tað eina málið á muni, tá ið komið var til hálvleiks.
Eftir steðgin legði VÍF seg eitt stutt skifti á odda, men so kom stígur í hjá vestmannakvinnum, samstundis sum glið aftur kom á spælið hjá Søljuni. Hetta merkti, at heimaliðið tók leiðsluna aftur, og VÍF megnaði ikki at taka seg fram um Søljuna aftur, og hóast ein góðan endaspurt og eitt gott avrik noyddust vestmannakvinnur tómhentar yvir um sundið aftur.
Av tí at Neistin samstundis tapti fyri VB í Havn, er Søljan nú aftur eitt fet nærri bronsuplássinum. Um so er, at tær megna at vinna seg har upp, er tað einki at taka seg aftur í, at tað er ein stórur sigur fyri lítla hondbóltsfelagið í Sandavági.

Søljan-VÍF 23-22(13-12)
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 8(1), Hertha Jónsdóttir Simonsen 7, Heidi Maria Akselsen 5(2), Lina Andriulyte 2(1), Jana Jacobsen 1
VÍF: Nikolina Eyðbjørnsdóttir 8, Finngerð Jensen 3, Eyðritt Andreasen 3, Linda Johannesen 3, Ioana Rapa 2, Manuela Stan 1, Fríða Marjunardóttir 1, Annfríða Helgadóttir 1
Útvísingar: Søljan 4, VÍF 3
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen