Spennandi heilsuátak í SMS

Á torginum skipar Bragdið fyri spennandi rørslutiltøkum, og Fólkaheilsuráðið skipar saman við Apotekinum, Diabetesfelagnum og Hjartafelagnum fyri ymiskum heilsukanningum. Møguleiki verður fyri at máta blóðtrýst, vekt, BMI, miðju-/mjadnarmát, lungaorku og máting á súkklu. Eisini verður vístur teknifilmurin ?Hjørtur skjótt 6?, ið er ein teknifilmur fyri børn. Filmurin hevur føroyska talu.

 

Sportmaster hevur júst bygt um, og nýggi snotuligi handilin hevur gjørt seg út til Fólkaheilsurenningina. Handilin er á tremur við renniútgerð, renniklæðum og skóm.

 

Rit & Rák varpar ljós á heilsuna og hevur eitt stórt úrval av bókum bæði um kost, sunnan lívimáta og motión.

 

Matas stuðlar Hjartafelagnum, og hvørja ferð fólk keypa eina vøru í Matas, fer ein partur til gransking í hjartasjúkum hjá kvinnum. Vørurnar eru merktar í handlinum.

 

Umframt alt hetta bjóða feløgini ókeypis frukt til tey vitjandi. P/F Poul Michelsen hevur latið fruktina til heilsuátakið.

 

Ítróttarfelagið, Bragdið skipar aftur í ár fyri stuðulsrenning á rennibondum í SMS. Virkir og einstaklingar kunnu stuðla einum rennara. Síðani verða allir kilometrarnir lagdir saman, og tey vitjandi kunnu gita, hvussu langur allur teinurin væntandi verður, tá ið síðsti rennarin hevur runnið leygardagin klokkan 16. Vinnarin verður funnin beint eftir klokkan 16 og fær beinleiðis boð frá SMS, umframt at vera kunngjørdur á www.sms.fo