Spennandi hondbóltur á Ólavsøku

Í dag verða tveir spennandi dystir í høllini á Hálsi millum Kyndil og VÍF. Klokkan 18.30 spæla old boys-liðini hjá feløgunum báðum, og kl. 20.00 spæla bestu mansliðini.

 

Teir, sum manna old boys-liðini, spældu mangan harðan dystin um FM-heitið serliga í 80'unum. Nú verður so spennandi at síggja, hvussu leikur fer.

 

Bestu mansliðini fáa í dystinum kl. 20.00 ein varhuga av, hvussu venjingarstøðan er, nú liðini fyrireika seg til næsta kappingarár.

 

Á ólavsøku í fjør vann Kyndil á VÍF eftir brotskøst, tí vanligi dysturin endaði javnur. Útlit eru til ein líka javnan dyst í morgin.

 

Mynd: kyndil.fo