Spennandi nýggj nøvn við fløgum

Sambært Plátufelagnum Tutl, so eru fløgur á veg við nøkrum av mest spennandi føroysku tónleikanøvnunum. Sic hevur longu latið sína fyrstu fløgu úr hondum, og nógv eru í væntu. Komandi mánaðirnar koma útgávur við nýggjum spennandi nøvnum so sum Budam, Lawetz oddamanninum Høgna Reistrup, Kvonn við Angeliku Nielsen, Guðrið Hansdóttir, Jensinu Olsen, ið vann singer/songwriterkappingina hjá Hafnia Lounge, gittarsnillinginum Benjamini Petersen og fyrrverandi Clickhaze bassleikaranum Jens L. Thomsen, vit kenna m.a. lagið Fjøllini standa úti, ið fekk annaðpláss í sangskrivarakappingini hjá Atlantic MusicEvent.