Spennandi og søgulig ferð upp á Trøllkonufingur

Týsdagin eydnaðist føroyskum klintrarum at koma upp á Trøllkonufingur á Vágoynni.

Týsdagin veitraði Merkið ovast á Trøllkonufingri. Sjey føroyskir klintrarar høvdu sett sær fyri at koma upp á Trøllkonufingur og týsdagin náddu nakrir teirra upp á toppin.

Partur av manningini hevur áður verið í vási, og var eittnú minniligu ferðina, har teir komu upp á Búgvan.

Í fjør varð ein roynd gjørd at koma upp á Trøllkonufingur. Tað var partur av somu manningini, sum í ár gjørdi bragdið at koma allan vegin upp.

Upp á toppin komu feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy og eisini Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Absalon Eystroy var fyrsti maður á toppinum.

Við í ferðalagnum vóru eisini brøðurnir Heini og Hjálmar Hátún og Hans Stokkendal. Teir náddu tó ikki allan vegin upp, men tað var ongantíð væntandi, at øll maningin kundi koma sær upp á toppin.

-Síðsta pettið er tungt og so er eisini sera nógv leyst grót. Tað lá líkasum í kortunum, at øll manningin ikki kundi koma upp á toppin, sigur Heini Hátún.

-Men hetta var ein sera spennandi og søguligt, sigur Heini Hátún um bragdið.

-Tað er í grundini samstarv, team-work, ið tað snýr seg um, tá ein ger slíka ferð. Men umráðandi er, at alt er sum tað skal, at útgerðin er í lagi. Har er jú onki til hjálpar, tí ongin hevur verið har, sigur Heini Hátún.

Tá hetjurnar komu niður aftur av Trøllkonufingri, tók borgarstjórin í Vága Kommunu, Albert Ellefsen, ímóti.

Borgarstjórin fegnaðist í røðu síni um, at hesar hetjurnar nú høvdu megnað at sett merkið ovast á Trøllkonufingur, og harvið er økt um áhugan fyri Trøllkonufingri, Føroyum og fjallaklintran, og metti hann, at eittnú ferðavinnan kann fáa ágóðan av hesum bragdinum.

Myndina av klintrarum á veg uppá Trøllkonufingur tók Bjørn á Heygum.