Tann 21. til 27. juli koma pensjónistar av Álandi, úr Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark at vera saman við føroyskum pensiónistum. Teir skulu búgva á Skúlaheiminum í Havn, men ferðast runt oyggjarnar allar dagarnar. Bert fyri at nevna nøkur pláss: Havnin, Kirkjubø, Saksun, Gjógv, Funning, Gøtu, Fuglafjørð, Klaksvík og Viðareiðis. Í Fuglafirði verður norðurlendskt gudstænasta við Emil Olsen, presti, tann 25. juli kl. 17.00. Borgmeistarin í Havn setur stevnuna. Næsta ár verður hendan stevnan hildin í Finnlandi.
Longu tann 3. august møtast tey aftur, tá verður tann árligi »Eldradagurin« hildin. Hann verður í ár hildin í Ítróttarhøllini í Vestmanna, har Vesturskin og Landsfelag Pensjónistanna stíla fyri. Seinast bleiv dagurin hildin í Leirvík. Næsta ár er ætlanin at halda dagin í Vágum.
6. august fara o.u. 22 pensjónistar til Løgstør í Danmark at vitja. Hetta er eftir innbjóðing frá pensjónistafelagnum har. Tey, ið fara, vænta ein spennandi túr burtur úr hesum.
Tann 14. sept. verður so tann árliga ársveitslan hjá Landsfelag Pensjónistanna. Hon verður hildin í Ítróttarhøllini á Nabb í Havn frá kl. 17.00 til 24.00.