Tá 8. og 9. flokkur fara til fyrstu ítróttartímarnar í nýggja skúlaárinum, verður tað ikki bara undir leiðslu av ítróttarlærarum í Vágs skúla, men eisini undir leiðslu av landsliðsvenjaranum í svimjing og venjaranum hjá Susvim, Jón Bjarnason; landsliðsvenjaranum hjá kvinnulandsliðnum og U19-landsliðnum hjá kvinnu, Jón Paula Olsen; og venjaranum hjá Sunset-liðinum hjá VB, Gurið Mortensen, sum eisini er fysioterapeaut.
Endamálið er at styrkja um ítróttar undirvísingina í framhaldsdeildini, samstundis sum eitt nýtt spennandi tilboð verður bjóðað næmingunum.
Kanningar benda á, at ítróttur hevur stóran týdning fyri bæði innlæring og trivnað í skúlanum, tí hava vit í leiðsluni í Vágs skúla eisini tikið væl ímóti hesum tilboðnum, sum Vágs kommuna hevur skotið upp at skipa í Vágs skúla, sigur Óli í Hjøllum skúlastjóri í Vágs skúla.
Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at nýggja býráðið hevur stóran áhugað í at skipað so mennandi og spennandi tilboð í Vágs skúla sum tilber. Av somu orsøk hava vit síðan tíðliga í vár, í tøttum samstarvi við skúlaleiðslu og skúlastýri, arbeitt miðvíst við spurninginum hvussu vit í felag kunnu menna Vágs skúla, sigur Dennis Holm. Hetta er so eitt átak á leiðini.
Nýggja ítróttarbreytin í 8. og 9. flokki verður eftirmett tá árið er hálvrunnið, og so verður støða tikin til hvussu ítrótturin í Vágs skúla best verður skipaður næsta skúlaár.