Tað var í gjár, at tingformaðurin í parliamentinum í Westminster, John Bercow, harliga fanst at politikkinum hjá forsetanum í USA, Donald Trump. Bercow segði millum annað, at um Donald Trump kemur á vitjan í Bretlandi, so vildi hann helst ikki loyvt honum at hava eina røðu fyri tinglimunum í London.
John Bercow segði, at hann ikki kundi stuðla einum politikkarar, sum millum annað var fremmandahatskur og niðrandi mótvegis kvinnum.
Tað var sagt í kjalarvørrinum av, at Theresa May alment bjóðaði Donald Trump vælkomnum til Bretlands. Theresa May og Donald Trump hava bæði lagt upp til, at gamal sambandið millum USA og Bretland, aftur skal hevjast har tað var fyrr. Serliga í tíðini undir Reagan og Thatcher.
John Bercow er ein av trimum politikkarum, ið skal loyva Trump at halda eina røðu. Hin er formaðurin í House of Lords og tann triði er ein annar limur í Hpouse of Lords, ið hevur ábyrgd av Westminster Palace. Teir báðir, Lord Fowler og Lord Chamberlain hava enn ikki úttalað seg um málið.
Tað hevur elvt til trýst millum londini, at Bercow úttalaði seg so harliga um Donalt Trump og fleiri amerikanskir politikkarar funnust at Bercow fyri at tosa niðrandi um forsetan.
Eisini fleiri bretskir politikkarar, serliga úr Konservativa flokkinum, finnast nú at John Bercow og summir hava sagt, at Bercow møguliga eigur at kenna fylgjurnar av útsøgnunum. Enn er tó ógreitt um nakað eftirspæl stendst av støðuni.
Crispin Blunt, formaður í uttanlandsnevndini hjá stjórnini segði við BBC, at tingformaðurin skal halda seg uttanfyri flokspolitikk og at tað ikki var rætt, at úttala seg harliga um ein annan stjórnarleiðara. Blunt segði víðari, at tað var ein óheppin støða, men vísti kanska, at ein vitjan frá Trump hevur eitt ávíst kontrovers við sær.