Spenningur í Hoyvík

Klassikarin er ikki tað, sum hann hevur verið, og tí er størsti spenningurin helst í Hoyvík, har StÍF kemur á vitjan

Hondbóltur

 

Eftir landsliðssteðg skulu fremstu mansliðini í hondbólti aftur í eldin, og stóri spenningurin er hesaferð, hvussu tað fer at spæla av millum H71 og StÍF.

Bæði tvey hava í ár víst, at tey vilja verða partur av oddastríðnum í deildini, og í hesum tykjast innan hýsis dystirnir millum H71, StÍF, VÍF og Neistan at hava alstóran týdning.

Hinir báðir dystirnir hava greiðar favorittar á heimavølli. Hóast Neistin ikki hevur fingið spælið at koyra optimalt, so eigur styrkin at vera nóg stór til at taka KÍF á heimavølli, og í Vestmanna hevur Kyndil neyvan tann heilt stóra møguleikan at gera nakað við væl koyrandi VÍF.