Spenningur í Hørpuni

Til ber at fylgja við í føroyska sjónvarpinum, nú norðurlendsku mentanarvirðislønirnar verða handaðar

 

Hørpan í Reykjavík er kamurin, nú norðurlendsku mentanarvirðislønirnar verða lætnar.

 

Í ár eru 50 ár liðin, síðan tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins varð stovnað í 1965. Bókmentavirðislønin varð stovnað í 1962 og er ein tann mætasta virðislønin av sínum slagi í heiminum. Eisini verða handaðar virðislønir innan náttúru og umhvørvi, film og barna- og ungdómsbókmentir. Hvør av hesum virðisløum er 350.000 danskar krónur.

 

Føroysku tilnevningarnar eru fýra í tali, og tær eru:

Innan bókmentir: Hinumegin er mars, ið er skaldsøga, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað

Innan barna- og ungdómsbókmentir: Og mamma, sum Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir hava skrivað.

Innan tónleik: Hamferð

Innan náttúru og umhvørvi: SEV fyri framtøkini, ið eru gjørd fyri at menna framleiðslu av grønari orku í Føroyum.

 

Hátíðarhaldið í Hørpuni byrjaði fyri løtu síðani, og til ber at fylgja við handunum á KvF.