Kyndil-Neistin
23-24 (13-9)
Ein lærir so leingi ein livir, sigur eitt orðafelli, og tað er nakað um tað.
Mikudagin spældi Neistin móti vestmenningum í høllini á Hálsi og í steðginum vóru teir frammanfyri við fýra málum. Kortini vendi dysturin púrasta í seinna hálvleiki, og tá liðugt var, hevði VÍF vunnið dystin stórt.
Í dag var hálvleiksstøðan 13-9 til Kyndil, og alt bendi á ein rímiliga lættan sigur til Neistan, sum als ikki fekk skil á spælið.
Men eftir steðgin vendi Neistin dystinum púrasta. Teir fingu fatur á Kyndli og móti dystarenda smogdi Neistin sær framum við tí eina málinum, sum gjørdi at Neistin vann grannauppgerðina í Havn.
Áki Olsen í hopla
Áðrenn hetta kappingarárið byrjaði var staðfest, at Neistin uttan iva fór at vera eitt av tugnu liðunum í ár, samstundis sum onkur ávaraði um, at júst tilgongdin tilgongdin hjá Neistanum kundi gerast teirra størsti trupulleiki.
Leikararnir kendu ikki nóg væl hvønn annan áðrenn kappingin byrjaði, og tá so er, verður trupult at fáa eitt lið at arbeiða saman sum ein heild.
Í seinna hálvleiki mikukvøldið riggaði einki, og henda gongd sá út til at fylgja Neistanum inn í dystin sunnudagin.
Tað gekk meiri enn striltið at fáa gongd á álopsspælið, og var tað ikki fyri spælandi hjálparvenjaran, Áka Olsen, so var illa statt við Neistanum. Tí av teimum níggju málunum, sum Neistin fekk í fyrra hálvleiki, skoraði hann seks.
Og tað, sum eisini eigur at vera hugstoytt hjá Neistavenjaranum er, at lið hansara í tveimum hálvleikum - seinna mikudagin og fyrra sunnudagin - bert megnaði at skjóta 14 mál!
Nógvir tekniskir feilir
Hóast talan, sum vera man var um eina spennandi grannauppgerð, so er tað kortini ein veruleiki, at dysturin ikki verður mintur fyri tekniskt spæl á høgum stigi.
Tá hugsað verður um, at liðini bæði eru í fremra enda av fyrstu deild, so er tað ov galið, at so nógvar feilavleveringar vera gjørdar.
Í løtum runnu leikararnir sum fluga í fløsku tí á veg í álop varð bólturin mistur, og so vendi grindin.
Millum annað kom tað fyri fleiri ferðir, at leikari tveitti bólt beint í hendurnar á mótstøðumanni, uttan at vera trýstur til tað, og tað er ov galið tá talan er um lið í ovastu deildini.
Ungu menninir
koma seg
Hjá Kyndli er nokk at taka í dagarnar eftir ein slíkan ósigur. Leikararnir vístu í fyrra hálvleiki ein dystaranda, sum ikki var at fara skeivur av.
At verjuuppstillingin hjá teimum bláu gav teimum grønu í so rúmar ræsur, er ein onnur søga, men teir dugdu í hvussu er at gera sær dælt av tí í fyrra hálvleiki.
Er tað hugstoytt at síggja, hvussu eitt lið steðgar upp, so eigur tað harafturímóti at vera gleðiligt hjá teimum, sum vara av Kyndli at vita, at teir eiga nógvar ungar leikarar, sum framtíðin kann byggjast á.
Ein teirra er Regin Petersen, sum hevur eitt avsett, sum ger at ein trýr at hann hevur veingir.
Hann meira flýgur enn loypur, og tað er ein fragd fyri eyga at síggja, tá hann fer upp frá.
Fjálturin fór
við teimum
Sum sagt bendi einki á, at Neistin fór at vinna dystin fyrr enn í seinna hálvleiki.
Yvirskriftin - um Neistin tapti - var funnin fram, men hon skuldi broytast!
Men vit skuldu næstan tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik áðrenn vend kom í.
Kyndil var frammanfyri við trimum tá Neistin vaknaði og við tveimum málum frá Heina Joensen og einum frá Áka Olsen, vóru teir aftur inni í dystinum.
Hvat tað var sum gjørdi, at Neistin aftur fekk fatur á Kyndli er ikki so lætt at siga, men tað er ein sannroynd, at tá Hans Áki Dal-Christiansen fekk triðju útvísingina misti verjan hjá Kyndli nógv.
Ikki øll vóru so samd í dómunum frá teimum báðum Pola Hansen og Svend Olsen, men dømt er dømt, og soleiðis verður tað.
Neistin var drúgvara liðið, og meir er ikki at siga.
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 5, Regin Petersen 4, Hannis Wardum 4, Janus Einar Sørensen 4, Uni Wardum 2, Niels Viggo Niclasen 2, Róar Nielsen 1, Rúni Poulsen 1
Neistin: Áki Olsen 11, Heini Joensen 5, Kári Mortensen 3, Áki Mørk 3, Finnur Hansson 2
Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 5
Útvísingar: Kyndil 3
Diskvalifikatón: Kyndil 1
Dómarar: Pole Hansen og Svend Olsen