Seinasta hósdag varð so kunngjørt hvørjir leikarar nýggi landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, ætlar at nýta í sínari 4-4-2 spæliskipan. Fyrsti dysturin hjá nýggja landsliðsvenjarinum verður á Tórsvølli næsta mikudag ímóti Liktinstein.
Hópurin til dystin ímóti telur 18 mans, har Arnbjørn Danielsen úr B36 og Johannis Joensen úr HB skulu vera tøkir, um onkur spælari skuldi verið skaddur. Umframt Arnbjørn og Johannis, so skulu Atli Danielsen og Ove Nysted eisini vera við á venjingarleguni, sum verður komandi vikuskifti á Svangaskarði.
Líka síðan føroyska landsliðið á fyrsta sinni fór í altjóða kapping, hevur landsliðið spælt við einum aftasta manni, men nýggi landsliðsvenjarin hevur boðað frá, at nú er ætlanin at royna spæliskipanina 4-4-2. Hetta hevur so við sær, at Føroyar í framtíðini fara at spæla við einari flatari verju. Hyggja vit eftir hvørjir verjuleikarar hava fingið boð til dystin ímóti Liktinstein, so eru tað Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen. Umframt hesar fýra, so kann Súni Olsen úr GÍ eisini spæla í verjuni.
Vinstri bakkur ivamál
Hvussu Henrik Larsen ætlar at skipa verjuna, er ilt at spáa um, áðrenn føroyska liðið hevur spælt nakran dyst, men vit fara at hætta okkum at vísa hvørjar møguleikar hann hevur.
Vágin við at spæla við flatari verju er hon, at tað er næstan eitt krav, at miðverjarnir eru skjótir og tekniskt væl fyri. Jón Rói, Óli, Hans Fróði og Pól kunnu allir røkja plássini í miðverjuni, men spurningurin er bara hvussu nýggi landsliðsvenjarin velur at blanda kortini.
Ein verja við Óli Johannesen og Hans Fróða í miðverjuni, uttan nakran aftasta mann, hevði skjótt kunnað verið runnin av, og tí kann henda samansetingin tykjast heldur ivasom. So er meira sannlíkt at annar av miðverjunum verður Pól Thorsteinsson ella Jón Rói Jacobsen, sum kunnu spæla saman við antin Óla ella Hans Fróða. Bæði Jón Rói og Pól eru skjótir verjuleikarar, og hava teir báðir staðið seg væl í landskappingini á ár.
Í hópinum, sum er úttikin ímóti Liktinstein, eru tvey boð um høgra bakk plássið. Um Óli Johannesen ikki verður ein av miðverjunum, so er hann upplagt evni til høgra bakk. Hann spældi í sínari tíð í AGF nógv á hesum plássinum. Pól Thorsteinsson hevur bæði verið miðverji og høgri bakkur hjá NSÍ í ár, og hann hevði eisini uttan nakran trupulleika kunnað røkt plássi.
Verri stendur til við vinstra bakki, tí har er einki upplagt evni ímillum teir átjan. Til dystin ímóti Liktinstein eru fýra vinstrabeintir spælarar, men teirra pláss liggur longri frammi á vøllinum. Millum Andrew av Fløtum, Rógva Jacobsen, Heðin av Lakjuni og Súna Olsen, er Súni Olsen mest upplagda evnið til vinstra bakk. Súni spælur annars vanliga longri frammi á vøllinum hjá GÍ, men til dystin ímóti Liktinstein, kann tað væl vera, at hann verður at finna á vinsta bakki.
Havast skal eisini í huga, at í løtuni er liðskiparin á føroyska landsliðnum, Jens Kristian Hansen, úti við skaða, og um hann verður við aftur, so er hann avgjørt eisini upplagt evni til vinstra bakkin. Enn er ógreitt, um liðskiparin ætlar sær halda áfram við landsliðsfótbólti. Liðfelagin hjá Jens Kristian í B36, Arnbjørn Danielsen, er eisini evni til vinstra bakk plássið.
Aðrir leikarar, sum kundu komið uppá tal eru HB-mennirnir Janus Joensen og Hans á Lag, ið báðir hava spælt á plássinum hjá havnarliðnum í ár. Janus Joensen við á venjingarlegu hjá landsliðnum fyrr í ár, men fekk álvarsama skaða.
Janus hevur tvey tey seinastu árini verið ein av støðugastu leikararnum hjá HB, men eftir skaðasteðgin, hevur Janus havt ilt við at bíta seg fastan aftur á HB-liðið. Hans á Lag hevur leingi verið nevndur sum evni til landsliðið, men enn hevur hann ikki fingið landsliðsboð.
Hans hevur stóran part av árinum spælt á vinstra bakki hjá HB, og røkt uppgávuna væl, hóast hann er meira vanur við at vera miðverji.
Nógvir møguleikar á miðvøllinum
Miðvøllurin á føroyska landsliðnum er væl-mannaður, og nógvir eru um boðið til tey fýra plássini. Sum nakað nýtt fer landsliðið at spæla við tveimum vongspælarum, og ikki sum áður við tveimum vongbakkum
B36-leikarin, Jákup á Borg, tykist verða best upplagda evni til ein høgra vong. Jákup beit seg rættiliga fastan á høgra vongverja á landsliðinum í síðstu HM-undankapping, og hansara styrkir eru avgjørt frammeftir vøllinum, og tí má tað kennast væl fyri hansara viðkomandi, at spæliskipanin er løgd um.
Eins og fyri Jákup á Borg, so kemur Heðin av Lakjuni betur til sín rætt við nýggju spæliskipanini, tí báðir leikarar eru meira vongspælarar enn vongverjar. Heðin hevur higartil havt torført við at fáa spælitíð á landsliðnum, tí fleiri spælarar hava verið um boðið á vinstra vongverja, sum kanska vóru betur enn Heðin til verjuskyldurnar. Við 4-4-2 skipanini verður spennandi um klaksvíkingurin verður meira eyðsýndur á landsliðnum.
Alternativini til Heðin og Jákup sum vongspælarar eru, Hjalgrím Elttør,ið rættiliga hevur gjørt ein vørr í landskappingini í ár, og Rógvi Jacobsen, sum eisini røkja uppgávuna í vinstra borðið. John Petersen er eisini upplagt evni, tí um venjarin ikki ætlar at nýta John mitt á miðvøllinum, so er eisini møguleiki at nýta hann úti í onkrum borði.
Boðini til bæði plássini mitt á miðjuni eru mong, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, John Petersen, Rógvi Jacobsen og Sámal Joensen eru allir spælarar, sum kunnu røkja uppgávuna. Julian Johnsson og Fróði Benjaminsen tykist tó at vera mest upplagdu evnini í løtuni. Báðir hava verið fastir fúsir leingi á landsliðnum, og báðir eru bóltvinnara-typur, sum føroyska landsliðið altíð hevur brúk fyri. Hvar Henrik Larsen so ætlar at seta John Petersen er ilt at siga, men skálamaðurin kann bæði spæla í álopinum ella úti í einum borði.
Christian Høgni annar framherjin
Nú gamla álopsparið á landsliðnum við Toda Jónsson og Una Arge er farið í søguna, verður spennandi at síggja hvussu álopið í framtíðini kemur at síggja út.
Christian Høgni Jacobsen verður allarhelst annar framherjin, men so er spurningurin hvør verður við hansara lið. Til dystin ímóti Liktinstein, eru Andrew av Fløtum, Helgi L. Petersen, John Petersen og Jón Rói møgulig evnir til ein sess í álopinum.
Andrew av Fløtum hevur havt eitt gott kappingarár, og er toppskjútti í føroysku landskappingini, so hann fær møguliga møguleikan ímóti Liktinstein frá fyrsta bríksli. Helgi L. Petersen hevur ikki verið at sæð so nógv sum framherji, eftir skiftið úr Gøtu til Runavíkar, so tað er ivasamt, um hann verður undir liðini á Christian Høgna.
John Petersen hevur avgjørt verið ein av bestu leikararnum á landsliðnum seinastu árini, men tað hevur einamest verið á miðvøllinum og ikki í álopinum. John Petersen er áleypari hjá B36, og verður hann ikki á miðvøllinum hjá landsliðnum, so verður hann uttan iva í álopinum. Sunnudagin vísti John sínar dygdir sum áleypari, tá einsamallur rak HB-verjuna av sær.
Ein annar møguleiki er ungi og sera evnaríki Jón Rói Jacobsen, sum aftur í ár, hóast sín unga aldur, er ein av høvuðsstuðulunum á HB-liðnum. Jón Rói kann bæði spæla í álopinum og afturi í verjuni, men á landsliðnum hevur hann fyri tað mesta verið brúktur í álopinum. Spurningurin er so, um Henrik Larsen velur at nýta Jón Róa í verjuni ella í álopinum.
Hvussu verður og ikki, so verður spennandi at síggja nýggja landsliðið í dysti næsta mikudag ímóti Liktinstein á Tórsvølli.