Spenningurin er øgiligur í fimleikarahøllini í Klaksvík, har síðsta umfarið í øllum deildum í talvkappingini er á skránni í dag.
Størsti spenningurin er í 1. deild, har Sandavágur, Klaksvík og Havnin stríðast um FM heitið.
Í dystinum millum Sandavág og Havnina hevur Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag á 2. borði vunnið á Torkili Nielsen. Á hinum borðunum telva Martin Poulsen - Olaf Berg, Bogi Ziska - Bernhard Augustinussen og Herluf Hansen - Jónfinn Thomsen.
Í uppgerðini millum Klaksvík 1 og Vestmanna er støðan 2-1 til Klaksvík. Finnbjørn Vang hevur vunnið á Martini Brekká, Heini Olsen og John Rødgaard hava telvað javnt, og tað hava Terji Petersen og Samson Højgaard eisini. Ólavur Simonsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen stríðast framvegis.
Undan fyrstu leikunum í dag var støðan:
Sandavágur 23,0
Klaksvík 20,5
Havnin 20,0
Vestmanna 19,0
Klaksvík 2 13,5
Havnin 2 11,0