Eftir at EB/Streymur tapti tepurt í fyrra dystinum móti Kalmar, var møguleikin fyri einum føroyskum yvirraskilsi til staðar. Men vónin hjá sundalagsmonnum fekk eitt skot fyri bógvin, tá Kalmar legði seg á odda tíðliga í dystinum. Av tí sama gjørdist mótbrekkan hjá sundalagsmonnum ov brøtt,og at enda vunnu sviar ein fult uppibornan 3-0 sigur.
– Vit vistu at fyrsta málið var avgerðandi, tí so skuldi EB/Streymur skora trý mál fyri at vinna samanlagt. Tískil gekk tað sum vit vónaðu, tá vit skoraðu tíðliga í dystinum. Eftir at vit vóru komnir á odda, so høvdu vit so at siga fult tamarhald á teimum, sum endaliga úrslitið eisini ber boð um, segði ein fegin liðskiparin hjá Kalmar, Henrik Rydstrøm, eftir dystin.
Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, var samdur við Henriki Rydstrøm, at fyrsta málið køvdi vónina um víðari evropiska luttøku.
– Undan dystinum høvdu vit tosað um týdninginum av kompaktum verjuspæli, og halda teimum frá at skora. Men av tí at teir skora so tíðliga í dystinum, so gjørdist tað trupult hjá okkum. Men tá tað er sagt, so stríðast vit væl allan dystin. Men tað var bara ikki nokk, tí Kalmar var sterkara liðið, segði ein avgjørdur Heðin Askham eftir dystin.
Spurdur um hetta er munurin á føroyskum og altjóða fótbólti, sigur Heðin, at tað er tað nokk. Hann metti at svensku leikarnir vóru betri enn teir føroysku. Men hóast teir taptu, so vísir Heðin á, at tað er mennandi fyri føroysku liðini at spæla í evropiskari kapping, tí har møta teir ofta væl sterkari liðum, enn tilfeldið er í føroysku kappingini.
Effektivir sviar
Sundalagsmenn fóru óimponeraðir til verka, og vísti góðar taktir frá dystarbyrjan. Tí var tað sum at fáa váta vøttin tá Kalmar skoraði uppá sín fyrsta líkinda kjans í dystinum, tá skotið hjá Eriki Israelsson, umvegis eitt EB/Streyma bein, fann leiðina til málmeskarnar í níggjunda minutti.
Hóast sviar høvdu lagt seg á odda, so vístu sundalagsmenn góðan stríðsvilja, og komu fram til fleiri horna- og fríspark, men tað bleiv bara til nær við og næstan hjá sundalagsmonnum. Hinvegin, so høvdu sviar eisini sínar kjansir, sum gott kundu havt givið úrtøku, men fleiri mál komu ikki fyri steðgin.
Seinri hálvleikur var bert ein minutt gamal, tá Tobias Erikssson legði Kalmar á odda 2-0, áðrenn Ricardo Santos kundi leggja Kalmar á odda 3-0 fáar minuttir seinri. Ein leiðsla sum var í trá við dystargondina, tí sviar vóru betra liðið.
Við eini greiðari leiðslu í skjáttuni, trektu teir seg longur aftur á vøllin at standa, og av tí sama kom EB/Streymur betur við í dystin. Men spenningurin var farin úr dystinum, og tað sást aftur í dystargongdini, har sviar ikki vildu tað stóra, meðan sundalagsmenn ikki megnaðu tað stóra.
Sostatt vann Kalmar ein greiðan 3-0 sigur á EB/Streymi, og eru komnir víðari í Evropa League, meðan sundalagsmenn hava útspælt sín leiklut í evropiskari kapping á hesum sinni.
post@sosialurin.fo