Næsta vikuskiftið, tann 3. og 4. desember, fer symfoniorkestrið at hava tríggjar jóla- og familjukonsertir í Norðurlandahúsinim. Ein konsertin verður leygardagin og tvær konsertir verða sunnudagin.
Tað verða ungir solistar, sum fara at mynda konsertina og í symfoniorkestrinum eru tey spent upp á at hoyra teir. Solistarnir eru Sanna Bæk Hoydal, sangur, Yngva S. Lamhauge, altsaxofon og Beinta Ingeborg Greve, sangur.
Sanna Bæk Hoydal og Yngva S. Lamhauge vórðu ávikavist nummar tvey og nummar eitt í Stella Polaris-kappingini í 2020.
Barnakór undir leiðslu av Edith Dahl Jacobsen og Joannu Johansen, syngur eisini á konsertini. Børnini eru í aldrinum 6-15 ár og syngja vanliga í Stella, ið er eitt barna- og ungdómskór úr Tórshavnar Musikkskúla.
Jóla- og familjukonsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar, og her sleppa musikkskúlanæmingar at royna seg í einum stórum orkestri við professionellum spælarum.
Á konsertini eru kend jólaløg. Tað verður Bernhardur Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum og frásøgufólk verður Eva á Rógvu.