Spielberg vísir ikki ?Indiana Jones? 5 frá sær

Steven Spielberg sigur frá, at hann møguliga fer at gera ?Indiana Jones? nr. 5.

 

Steven Spielberg sigur frá, at hann avgjørdi at gera ?Indiana Jones 4? saman við George Lucas og Harrison Ford fyri at gleða nógvu viðhaldsfólkini hjá aktionhetjuni.

 

Tá ið hann varð spurdur, um hann hevði ætlanir um at taka upp fleiri ?Indiana Jones?-filmar, segði hann:

- Eg fari bert at gera fleiri filmar, um tit vilja hava fleiri filmar. Orsøkin, til at eg havi valt at gera ein film eyka, er, at nógv fólk gjøgnum árini hava spurt meg um, nær næsti filmurin fer at koma út. Teir einastu filmarnar, fólk altíð spyrja meg um, eru ?E.T.? og ?Indiana Jones?, eg fái ongantíð spurningar um, nær næsti ?A.I.?-filmurin kemur. Eg hugsi altíð um ynskini hjá fólki og royni at uppfylla tey.

 

Roknað verður við, at nýggi ?Indiana Jones?-filmurin higartil hevur megnað at vinna 680 milliónir krónur inn í norðuramerikansku biografunum.