Spildurnýggjur Miklagarður

Miklagarður lat í morgun, hósmorgunin, upp av nýggjum fyri almenninginum, eftir at hava havt afturlatið í ein mánaða. Handilin hevur verið umvældur - allur sum hann er

Fitt av fólki var at síggja í handlinum longu klokkan níggju í morgun, tá vit vóru á vitjan, og leiðslan í Miklagarði væntar, at fólk fara at taka væl ímóti Miklagarði, sum er latin í nýggjan ham.

- Sum tú sært, hava vit totalrenoverað allan handilin. Alt er nýtt, og her er blivið meira opið inni í handlinum, sigur Regin W. Dalsgaard, sum er handilsleiðari í Miklagarði.

##med5##

Í nýggja úttrykkinum hjá Miklagarði er burðardygd og orkusparni vorðið ein størri partur enn áður.

- Yvirhøvur hava vit fingið ein nógv grønari profil, sigur Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði.

- Orkunýtslan er betri, og hitin er settur niður, so hev verður eitt betri inniklima. Vit hava eisini skift øll ljósini, nú hava vit bara LED perur um allan handilin.

##med4##

 Úrvalið í Miklagarði yvirhøvur er vaksið munandi, og serliga verður lagt eftir at gott úrval innan vistfrøðilig alternativ.

- Vit hava fingið nógv fleiri vistfrøðiligar vørur. Hetta er nakað, sum hevur verið uppgangandi seinastu árini, og trendurin fer uttan iva at halda áfram. Vit gera tað eisini lættari at keypa vøru uttan so nógvan innpakning, og vit hava lagt okkum eftir at geva kundanum møguleikan at keypa  summar vørur í leysum, so kundin sjálvur kann avgera nøgdina, sigur Niels Mortensen og sipar til trupulleikan við matoyðsl, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni.

 ##med6##

Tað er serliga nýggja mjólkaskipanin, sum sær út til at hava fangað áhugan hjá kundunum. Í vegginum við mjólkaúrdráttirnar er ein automat, ið fyllir mjólk á glasfløskur, sum so kunnu endurnýtast. Mjólk á fløsku, eins og vanligt var í gomlum døgum, er eitt tilboð til teirra, ið vilja skera niður á plastikknýtsluna, og tilboðið er eftir øllum at døma freistandi fyri nógv, tí tá vit vóru á gátt stutt eftir, at Miklagarður lat upp í morgun, var bíðirøð framman fyri automatini.

Mjólkin sjálv er annars tann sama, sum er at finna í vanligu gulu pakkunum hjá MBM - Lættimjólk.

##med2## 

Mitt í handlinum er eisini komið eitt frukttorg við djúsbarr, har tað ber til at brúka appelsindjúsaran og at fáa nýskorna frukt eftir ynski. Forvitnisligt er eisini, at í djúsbarrini er komin ein maskina, sum flysur og skerur ananas heilt av sær sjálvari.

 ##med3##

Økið, har kassarnir standa, er so at siga ikki at kenna aftur. Yvirhøvur er nógv meira pláss, stór gólv-til-loft vindeygu eru komin í veggin út móti R. C. Effersøesgøtu, og ljósið við kassarnar er betri.

Men tað, sum kanska serliga er broytt, er at nógv færri vanligir kassar eru, enn tað plagdi at vera. Ístaðin eru komnir átta sjálvnýtslukassar, eins og teir, ið eru at finna í fleiri av grannalondum okkara.

##med7##

Eftir ætlan skulu sjálvnýtslukassarnir gera avgreiðsluna munandi skjótari, og Niels Mortensen sigur, at Miklagarður er fyrsti sjálvstøðugi handilin í kongaríkinum, sum hevur fingið sjálvavgreiðslukassar.

##med3##