Spildurnýtt lið hjá Sundalagnum stóð sveinaroyndina

Tveir spælarar, sum bara einaferð áður hava verið millum málskjúttarnar, skoraðu málini, tá ið EB/Streymur vann í Sarpugerði

Tá ið allir okkara avrika optimalt, so hava vit møguleika at vinna ímóti øllum, og tá ið vit avrika vánaligt, so kunnu vit tapa ímóti øllum. Soleiðis hevur Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, so ofta tikið til, og soleiðis segði hann aftur í kvøld, tá ið hann eftir síðsta bríksl og heilt óvæntaðan 2-1 sigur í Sarpugerði ímóti Víkingi hitti Petur Asbjørn Lervig í FM1.

 

Í kvøld avrikaði illa skaðadarvaða liðið hjá Jákupi Martin Joensen framúr væl. Hóast Víkingur stórar partar av tíðini hevði bóltin meiri, og tað vóru spentar støður, so er tað EB/Streymur, sum nú riggar til at fara úr Sarpugerði við øllum stigunum.

 

EB/Streymur vann 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

 

Eftir steðgin legði Víkingur fyri sum eitt ódnarveður, men tað eydnaðist ikki at skora málið, sum hevði borið leiðsluna við sær. Og so skoraði EB/Streymur til 2-1. Tað bar eyka orku við sær. Ein ofraði seg fyri allar, og allir ofraðu seg fyri ein, og tað var aftur og aftur, at tað var um reppið, at teir í EB/Streymi fingu møguleika at fara í mótálop.

 

Síðstu løtuna royndi Víkingur at spenna álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at skora, og tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð, var fagnaðurin framúr millum gestirnar.

 

Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen eru givnir, og í kvøld var skaðalistin langur. Kortini eydnaðist tað at vinna 2-1. Og merkisvert er tað, at málskjúttar vóru Rói H. Olsen og Jákup Hummeland. Felags fyri teir báðar er, at teir bara einaferð áður hava skorað í bestu landskappingini.

 

Rói H. Olsen legði miðskeiðis í fyrra hálvleiki EB/Streym á odda. Niels Pauli Danielsen legði fyri viku síðani og í sínum fyrsta dysti við EB/Streymi í hesum umfari upp til tvey mál – annað við frísparki og hitt við hornasparki. Í kvøld sendi hann við hornasparki innfyri úr høgru, og mitt fyri málinum stakk miðvallarin Rói H. Olsen seg upp og snittaði við høvdinum bóltin í handara síðunetið.

 

Fyri einari stórari viku síðani fylti Rói H. Olsen 25 ár. Hann hevur ongantíð av álvara verið fastur maður á liðnum hjá EB/Streymi, sum hann í bestu deildini í kvøld umboðaði fyri 111. ferð. Fyrsta ferðin var longu í 2013.

 

Nú skaðalistin er so langur, varð Rói valdur at vera millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri við at skora. Hetta var bara onnur ferðin, at hann er málskjútti í bestu deildini. Fyrra málið skoraði hann sambært faroesoccer.com 13. september í 2020, tá ið EB/Streymur tapti 3-2 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Sjey minuttir undan steðginum javnaði Víkingur til 1-1. Olaf Bárðarson, sum í vikuni var darvaður av skaða, men var pjøssaður so mikið, at hann í kvøld var førur fyri at vera millum teir fyrstu ellivu, legði innfyri úr høgru, og aftanfyri handara stólpa sendi Andreas Lava Olsen bóltin inn við nærra stólpa, áðrenn Kristian Joensen fekk fatur á honum.

 

Eftir steðgin var heimaliðið øgiliga nógv í álopi, og tað vóru nógvar spentar støður og onkrir heilt góðir málmøguleikar. Ein var, tá ið Andreas Lava Olsen við nærra stólpa og eftir horna úr vinstru og við høvdinum snittaði bóltin ímóti handara síðuneti, men bólturin smeig sær dygst framvið stólpanum. Og so var nýggi málverjin Kristian Joensen sannur brandur í EB/Streymamálinum.

 

Og so var tað mest sum burtur úr ongum miðskeiðis í seinna hálvleiki, at EB/Streymur aftur legði seg á odda. Jákup Hummeland, sum síðsta sunnudag skoraði fyri  fyrstu ferð í bestu deildini, smekkaði til úr 22 metrum og eitt vet til vinstru, og bólturin streyk eftir vøllinum og dygst inn við nærra stólpa.

 

 

 

Víkingur – EB/Streymur 1-2 (1-1)

 

0-1: Rói H. Olsen 23.

 

1-1: Andreas Lava Olsen 38.

 

1-2: Jákup Hummeland 64.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Noah Mneney, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson (Signar á Brúnni, 87.), Olaf Bárðarson (Martin Klein Joensen, 66.) – Andreas Lava Olsen

 

Gult kort: Géza Dávid Turi, Jákup Johansen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Niklas T. Kruse (Elias El Moustage, 80.), Bogi Reinert-Petersen (Dánjal Godtfred, 53.) , Árni G. Olsen, Jóhann Hansson Joensen – Rói H. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Filip Djordjevic (Filip Kruse Johansen, 90.), Tóki H. Johannesen, Jákup Hummeland (Gutti við Streym Jóhansson, 90.) – Gutti Dahl-Olsen (Sørin Wardum, 80.)

 

Gult kort: Árni G. Olsen, Dánjal Godtfred, Niklas T. Kruse, Sørin Waradum

 

Venjari: Jákup Martin Joensen