Spirituskoyring: Rendi á parkeraðar bilar

Løgreglutíðindi

Um átta tíðina fríggjakvøldið fekk politiið í Havn fráboðan um, at ein kona hevði rent á nakrar parkeraðar bilar uppi á Oyggjarvegnum.
Konan, ið ætlaði sær norðeftir, broytti meining og fór suðureftir aftur. Hon rendi á ein bil, og skumpaði í ein annan. Síðani stakk hon av. Politiið fann konuna aftur í býnum, og hon verður skuldsett fyri spirituskoyring.