Spøl í Skúlanum við Streymin hesa vikuna

Borðspøl, kortspøl og útispøl í Skúlanum við Streymin hesa vikuna.

 

– Vit hava øll hoyrt gremjanina um, at børn og ung sita ov nógv og glana at einum telduskíggja. Í Skúlanum við Streymin gera tey nakað við málið, skrivar Skúlin við Streymin.

 

– Næmingarnir sleppa at spæla borðspøl, kortspøl og útispøl í sambandi við evnisvikuna, sum er í skúlanum alla hesa vikuna. Setningurin er, at bæði lærarar og næmingar læra eitt nýtt spæl hvønn dag. Huglagið hevur verið av besta slagi, siga tey av Oyrarbakka.

##med2##

 

##med3##

 

##med4##