Sportsligur og praktiskur Saab stationcar

Modellskráin hjá Saab 9-3 verður nú víðkað við stationvogninum SportCombi, ið kemur á føroyska marknaðin í august. Bilurin er ein kombinatión av nútímans designi, praktiskum loysnum og sportsligum koyrieginleikum

Saab hava ongantíð fyrr framleitt so nógvar bilar sum nú, og USA er teirra mest týðandi marknaður. Sølan í fjør vaks við 27 prosentum í mun til árið fyri.

Modellskráin hjá Saab 9-3 verður nú víðkað við stationvogninum SportCombi, ið
er fyrsta boð upp á ein luksus-stationcar í miðalklassanum frá Saab.

Bilurin er ein kombinatión av nútímans designi og sportsligum koyrieginleikum og er harvið eitt alternativ til vanliga stationvognin.

Eftir at 9-3 SportCombi er komin á marknaðin og motorskráin fullfíggjað, verða ikki minni enn seks bensin og tveir dieselmotorar at velja ímillum, harav tann størsti verður 2,8 litur V6 turbo 24V við 250 hk við tveimum yvirliggjandi knastakslum, variablari ventilstilling og dupultum turboløðara. Hesin motorurin fæst einans til toppmodellið Aero.

Annars verður motorskráin hendan: Bensinmotorarnir: 1,8i og 1,8t við ávikavist 122 og 150 hk, 2,0t og 2,0 Turbo við ávikavist 175 og 210 hk, og tveir 2,8 V6 við ávikavist 230 og 250 hk. Dieselmotorarnir: 1,9 TiD og 1,9 TiDS við ávikavist 120 og 150 hk. Flestu av motorunum eru teir vit kenna frá 9-3 SportSedan.

Bilurin er praktiskt innrættaður. Viðførisrúmið er 419 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.273 litrar. Í viðførisrúminum eru fleiri praktiskar loysnir sum t.d. TwinFloor, sum deilir viðførisrúmið upp, soleiðis at viðførið liggur trygt undir koyring.

Designið er smart, og bilurin er sermerktur av stóru baklyktunum við klárum lyktaglasi. Baklyktirnar eru av nýggja slagnum við ljósdiodum.

Eins og SportSedan hevur hesin eisini ReAxs chassis, sum ger bilin sera stúttan og syrgir fyri at koyrieginleikarnir altíð eru í topp, líkamikið hvussu koyriumstøðurnar annar eru.

Umframt allar tær innbygdu trygdarskipanirnar hevur SportCombi bæði ESP og ESP-Plus, eins og Hill Start Assist, ið syrgir fyri at bilurin ikki fer eftir hæli t.d. meðan bíðað verður eftir reyðum ljósi í eini brekku.

Frá P/F Meinhardt Arge verður sagt, at Saab 9-3 SportCombi kemur á føroyska marknaðin í august.

.