Spreinging á kjarnorkuverki í Japan

Ein av bygningunum á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima I er rapaður eftir eina spreinging tíðliga í morgun. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at geislavirknið í økinum kring verkið er 20 ferðir størri enn vanligt, og fyribils er avgjørt at flyta øllum burtur, sum búgva minni enn 20 kilometrar frá verkinum.

Fukushima I er einar 250 kilometrar í landnyrðing úr Tokyo, og tíðindastovurnar skriva, at fólk í høvuðsstaðnum kenna seg ikki heilt trygg. Ein uggi er tó, at ættin liggur frá landi.