TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1 sendingina "Spurin", ið var send beinleiðis millum klokkan 14 og 15 ígjár.
Reportarin hjá FM1, Petur Zachariassen vitjaði Teldutænastuna á Hálsi í Havn. Teldutænastan hevur fyri stuttum flutt handilin við tænastuni innan KT og útgerð til bæði vinnu og privat ikki so langt – men til munandi betri og tíðarhóskandi umstøður. Handilin verður í hølunum, har m.a. The Pier áður hevur verið, har hópin av parkeringsplássum eisini eru. Við teimum 740 fermetrunum vil TelduTænastan staðfesta sína støðu.
Reportarin hjá FM1, Petur Zachariassen prátaði í sendingini við Fróða Clementsen, Kenneth Hovgaard og Regin Fjalsbak hjá Teldutænastuni.