Spurningur:
Er tað loyvt at skráseta fólk í samband við ættargransking
Eg havi keypt mær forritið WinFam, sum er eitt forrit til ættargransking. Tað er bæði bíligt og lætt at brúka og nú fæst tað eisini á føroyskum. Men ein dagin vit sótu og prátaðu um ættargransking datt orðaskifti inn á skrásetingarlógina í Føroyum og hvat man hevur loyvi at skráseta sum privatpersónur. Kann lógfrøðingurin svara mær uppá um tað yvirhøvur er loyvt at samla sær sína privatu skrá við sínum forfedrum og skyldfólki?
Ættargranskari
Svar:
Tá talan er um loyvi til skráir, eru í Føroyum tvær lógir galdandi, ein fyri almennar skráir, og ein fyri privatar.
Lógin um almennar skráir hevur bert gildi fyri EDV-skráir, sum verða førdar fyri ta almennu fyrisitingina. Tann lógin hevur sostatt ikki týdning í hesum sambandi.
Lógin um privatar skráir ásetur í § 1:
?Skráseting við upplýsingum um fólk, og har nýtt verður elektronisk dataviðgerð og miðvís skráseting við upplýsingum um privat ella fíggjarlig viðurskifti hjá persónum, stovnum, feløgum ella virkjum, ella upplýsingar um persónlig viðurskifti, sum hóskandi kunnu krevjast ikki at vera atkomandi hjá almenningi, er bert loyvd eftir reglunum í kpt. 2.?
Í § 3 í nevndu lóg eru ymiskar ásetingar um tað, sum ikki er loyvt at skráseta uttan loyvi frá viðkomandi, nevniliga upplýsingar um ættarslag, átrúnað, húðarlit, politisk, kynslig og revsuverd viðurskifti, heilsustand, ovurnýtslu av njótingarevnum og tílíkt.
Somuleiðis er ásett at persónnummar (P-tal) bert kann nýtast í samskifti við skattavaldið í samband við skatt.
Hinvegin er í § 2, stk. 2 nevnt, at lógin ikki er galdandi tá talan er um vísindaligt ella hagfrøðiligt endamál, ella til persónsøguligar kanningar, ella útgávu av vanligum handbókum.
Eg hevði mett, at ættargransking eigur at sammetast við persónsøguligar kanningar, og eg meti ikki at lógin um privatar skráir er ein forðing fyri at nýta forritið WinFam í samband við at vanligar upplýsingar verða skrásettar í samband við ættargransking.