Spurnarkapping

Fyribyrgingarráðið www.fyribyrg.fo

Klipp spurnablaðið út. Næstu tvær vikurnar verða 1-2 spurningar at finna í hvørjum blaði. Svarið til hvønn spurning verður prentað í sama blaði.
Svara spurningunum, skriva navn og bústað á, og send spurnablaðið til:

Fyribyrgingarráðið
Postsmoga 135
FO-110 Tórshavn

Spurnarblaðið skal vera Fyribyrgingarráðnum í hendi í seinasta lagi 30. mai. Hvør luttakari kann bara senda eitt spurnablað og er aldursmarkið 18 ár. Drigið verður millum spurnarbløðini, ið eru rætt svaraði, á Torginum í SMS Altjóða Roykfría Dagin, leygardagin 31. mai kl. 13.00.

Vinningarnir eru:
1 "Vikuskiftisferð fyri tvey til Reykjavíkar ella Aberdeen og aftur við Atlantic Airways"
2. Eina gáva á 1.500 kr. frá Familju- og heilsumálaráðnum
3. Gávukort á kr. 1.000 frá SMS
Spurnablað

1.Í tubbaksroyki er:
_ A) Kolsúrni (eiturgass, sum fer í blóðkyknurnar í staðin fyri súrevni - er lívshættisligt í stórum mongdum)
_ B) Benzen
_ C) Formaldehýd
_ D) Hydrogen cyankalium
_ E) Blýggj (eitrandi tungmetal)
_ F) Øll omanfyri nevndu evni

2.Hvussu nógv tjøra legst í lunguni hjá einum fólki, sum roykir 20 sigarettir um dagin?
Umleið:
_ A) 1 súpiskeið um árið
_ B) 3 súpiskeiðir um árið
_ C) 240 ml um árið
_ D) 240 ml yvir fimm ár

3.Sigarettstubbar eru ein av teimum størstu rusktrupulleikunum. Hvussu langa tíð tekur tað at niðurbróta ein sigarettstubba?
_ A) Eina viku
_ B) 1 mánað
_ C) 1 - 5 ár
_ D) 10 ár

4.Børn, sum eru passivir roykjarar, eru í vanda fyri at fáa:
_ A) Millumoyrnabruna
_ B) Bronkitis
_ C) Fleiri og ógvisligari astmatilburðir
_ D) Øll omanfyrinevndu

5.Um tú roykir 10 sigarettir um dagin, umleið hvussu nógvar krónur fert so at brúka til sigarettir komandi 10 árini? (35 kr. / 20 sigarettir)
_ A) 1.500 kr.
_ B) 5.700 kr.
_ C) 30.000 kr.
_ D) 64.000 kr.


6.Um tú setir peningin, sum 10 sigarettir kosta, í bankan hvønn dag í 10 ár við eini rentu uppá 2,25%, hvussu nógvan pening hevur tú spart?
_ A) 8.000 kr.
_ B) 15.000 kr.
_ C) 35.000 kr.
_ D) 70.000 kr.

7.Roykfrítt umhvørvi á arbeiðsplássinum hevur við sær:
_ A) At ikki-roykjarar anda minni av passivum royki í seg
_ B) At roykjarar roykja minni
_ C) At fleiri leggja av at roykja
_ D) At børn anda minni av passivum royki í seg
_ E) Øll omanfyrinevndu

8.Hvussu leingi skal ein ungur roykja aðrenn hann sýnir eyðkenni til at verða bundin til tubbak:
_ A) Nakrar fáar vikur
_ B) Fleiri mánaðar
_ C) Fleiri ár

9.Nikotin er vanaelvandi. Tað er eins vanaelvandi og:
_ A) Kokain og heroin
_ B) Kaffi
_ C) Sjokoláta

10.Hvussu nógvir roykjarar fara, sambært hagtølum, at doyggja orsakað av royking?
_ A) 10%
_ B) 15%
_ C) 25%
_ D) 50%

11.Royking økir vandan fyri impotensi hjá monnum í 30 og 40 ára aldri við:
_ A) 10%
_ B) 20%
_ C) 40%
_ D) 50%

12.Royking elvir til krabbamein í:
_ A) Lungunum
_ B) Bløðruni
_ C) Hálsinum
_ D) Búkinum
_ E) Øllum omanfyrinevndu

13.Hvussu nógvir føroyingar doyggja, sambært hagtølunum, um árið av royking?
_ A) 10
_ B) 25
_ C) 50
_ D) 80

14.Helvtin av øllum roykjarum vóru longu byrjaði at roykja, tá ið tey vóru:
_ A) 14 ár
_ B) 18 ár
_ C) 20 ár
_ D) 25 ár
???????????????

Navn: _______________________________________________
Bústaður: ____________________________________________
Telefonnummar: ___________
Aldur: _____