Spurningar til:


 

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður


Í samband við uppstillingina til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu 21. november í ár, fekk undirritaði áheitan um at stilla upp á lista javnarfloksins til býráðsvalið, men av tí at eg siti sum løgtingsmaður bar eg meg undan. Mín grundgeving var, at tað ber ikki til, at vera løgtingsmaður og býráðslimur samstundis.

Nú valevnislistarnir er kunngjørdir, eri eg vorðin varur við, at tveir landsstýrismenn hava lati seg stilla upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu. Teir eru Eyðun Eltør, ið er á sjálvstýrislistanum og Karsten Hansen, sum er á tjóðveldislistanum. Hesin seinni hevur beinleiðis boðað frá, at hann ætlar sær eftir borgmeistaraketuni, og tað vil siga, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður.

Mín spurningur til landsstýrismenninar Eyðun Eltør og Karsten Hansen er: Verða tit valdir í býráðið, og kortini ikki røkka eftir ketuni, fara tit so at halda fram sum landsstýrismenn, ella fara tit at siga landsstýrissessirnar frá tykkum, og at taka við sum býráðslimir? Um svarið frá tykkum er noktandi, er tykkara uppstilling uppá kvamsvís, t.v.s. at tit við tykkara uppstilling bert gera gjøldur burtur úr veljarunum og halda veljaran fyri tað turra spott. Tit vita báðir tveir, at ein landsstýrismaður kann ikki hava onnur størv, og kann tí heldur ikki sita sum býráðslimur.

Mín spurningur til Jógvan við Keldu er: Um tú verður valdur og megnar ar varðveita ketuna, ætlar tú so framhaldandi at vera bæði løgtingsmaður og býráðsformaður í Klaksvíkar kommunu. Sjálvur meti eg løgtingsarbeiðið at vera so krevjandi, og at taka so nógva tíð, at eg ikki sá meg føran fyri ar siga ja til eina áheitan um at stilla upp til býráðsvalið. Á tingi eri eg andstøðutingmaður. Jógvan við Keldu er í samgongu. Er sostatt ein av teimum, sum hevur tikið sær ábyrgdina av at stýra landinum, og skuldi tí havt munandi størri ábyrgd og meira um oyruni enn eg havi.

Eg skal nýta høvið at heita á allar veljarar í Klaksvíkar kommunu, um at fara mannsterkir á val og seta krossin við lista C ella eitt av valevnunum á lista javnaðarfloksins. Javnarflokkurin hevur fleiri ferðir fyrr havt leiðsluna í Klaksvíkar kommunu. Vit høvdu kommunustýrisformenninar Jacob E. Jacobsen (Jakke á Bakkanum), Richard Jacobsen og Poul Jacob Olsen. Vit hava eisini havt tveir býráðsformenn. Nevniliga Trúgva Laksáfoss og Óla Heinesen. Nu er vert at royna javnaðarflokkin aftur. At geva honum leiðsluna av býnum!

Í teimum tíðarskeiðum, tá javnaðarflokkurin hevði leiðsluna, hendu framstig í Klaksvíkar kommunu. Stórar havnaútbyggingar á vestursíðuni, á Stongunum og á Kósini. Bátabrúgvarnar vórðu lagdar út. Svimjihøllin varð bygd, vit fingu tíðarhóskandi hølir til eitt bókasavn, støðið varð lagt undir viðalundina úti í Grøv. Farið varð undir at fríðka runt um í býnum. Byggisamtykt og byggiætlan varð gjørd fyri alla kommuna. Stór lendir vórðu keypt og løgd út til sethúsabygging o.s.fr.

Og javnaðarflokkurin í Klaksvík eigur framvegis fólk, ið hava evnir og vilja, og sum hava sýnt dugnaskap á kommunalpolitiska økinum. Tí skal eg enda við at endurgeva áheitanina um at fara mannsterk á val og seta krossin við lista C ella eitt av valevnunum á lista javnarfloksins til býráðsvalið 21. november. Gott val øll somul!