Spurningar til John Petersen.

20 spurningar til John Petersen

1. Navn? John Petersen


2. Nær ert tú føddur? 22.04.72


3. Ert tú giftur ella trúlovaður? Nei


4. Besti matur? Ræst kjøt


5.Besti drykkur? Mjólk


6.Starv? Eg eri læraraskúlanæmingur


7. Hvør er tín favoritt fótbóltsspælari? Tað var Eric Cantona


8. Størsti veikleiki? Eg dugi illa at siga nei


9. Besti persónligi eginleiki? Sjálvsálit


10. Frítíðarítriv? Hondbólt


11. Best í sjónvarpinum? Rent Fup


12. Hvør er tín fyrimynd? Eric Cantona


13. Størsta uppliving? At eg havi skorað mál fyri landsliðið. Mítt fyrsta FM (við GÍ í 1994).


12. Størsta vónbrot? At vit í fjør taptu 5-0 ímóti Estlandi.


13. Størsta ynski? At kunna spæla fótbólt so leingi hugin er har.


14. Um tú hevði skulla valt í millum fótbólt og hondbólt, hvat hevði tú so valt? Eg hevði valt fótbóltin.


15. Hvør er besti venjari, sum tú hevur havt? Tomislav Sivic


16. Ert tú nøgdur við tína tíð í B36? Ja


17. Blívur tú ikki troyttur av ítrotti, nú tú spælir bægi hondbólt og fótbólt? Jú, tað kann vera troyttandi viðhvørt.


18. Nú fert tú til Onglands at royndarvenja, ert tú spentur? Eg veit enn ikki, hvat felag eg fari at royndarvenja við, og annars hugsi eg ikki um tað.


19. Hvat heldur tú um, at føroysk feløg keypa og selja spælarir? Alla aðrastaðni verður tað gjørt so hví ikki her. Tað er bara fínt.


20. Hvar fert tú at spæla næsta ár? Eg fari at spæla fyri B36.