Mánakvøldið helt Javni, Landsfelag teirra menningartarnaðu, almennar økisfundir ring alt landið.
Á fundinum fingu bý- og bygdaráðslimir í økinum ávísar spurningar at svara.
Spurningarnir vórðu settir hart upp, men nevnt varð, at tað var við vilja, fyri at fáa fólk ³at vakna3.
Spurningarnir vóru seks í tali, og hvør kommunupolitikari fekk sín spurning at svara. Men harumframt var ein felagsspurningur.
Spurningarnir, sum lokalpolitikararnir fingu vóru:
1) Ein 22 ára gamal, menningartarnaður maður skal flyta heiman. Hvørjar møguleikar hevur hann í kommununi og hvørji lógarfest rættindi hevur hann?
2) Hvørji persónlig- og samfelagslig viðurskifti verða hædd tikin fyri, táið ætlanir verða lagdar um bústaðir til menningartarnað? Verða tey menningartarnaðu, og teirra avvarðandi, tikin við uppá ráð og spurd, hvar tey vilja búgva og hvørjum tey vilja búgva saman við?
3) Hvat heldur tú um møguleikarnar hjá teimum menningartarnaðu í økinum at fáa bústað? Hví er støðan sum hon er og hvat heldur tú eigur at verða gjørt fyri at bøta um støðuna? Eru ítøkiligar ætlanir í tínum øki?
4) Um avvarðandi hjá menningararnaðum ætla at stova sambýli til tey, ber tað so til? Hvaðani kunnu tey fáa ráðgeving í hesum sambandi? Hvørjir eru fíggingarmøguleikarnir?
5) Hvar heldur tú at menningartarnað eiga at búgva? í íbúð fyri seg? í sambýli? á stovni -her verður eisini hugsað um ellisheim?
Spurningurin, sum allir bý- og bygdaráðslimirnir skuldu svara, var hesin:
Grannahús tíni verða seld og stutt eftir flyta fýra menningartarnað inn. Hvat heldur tú um tað? Og hví? Nevn fyrimunir og vansar ið kunnu verða av, at ey menningartarnaðu flyta í húsini. Hvussu nógv samband vilt tú hava við teir menningartarnaðu grannarnar? Hvat hevði tú kanska havt hug at gjørt saman við teimum?