Sunnudagin verður árliga Carling Cup finalan leikt í Onglandi. Hesaferð eru tað verandi vinnararnir úr Tottenham, sum skulu dystast við Manchester United. Føroyskir fjepparar hjá Tottenham fara at hittast til finaluna
Finaludysturin verður leiktur á Wembley í London klokkan trý sunnudagin, men longu klokkan hálvgum tvey seta føroysku fjeppararnir hjá Tottenham hvørjum øðrum stevnu í Bowlinghøllini í Havn, har teir eisini vóru savnaðir í fjør, tá ið Tottenham basti Chelsea 2-1 í Liga Cup finaluni.
Klokkan hálvgum tvey verður ein serlig Tottenham-buffet í matstovuni í Bowlinghøllini, og dysturin byrjar sum sagt klokkan 15.
Føroyska fjepparafelagið hjá Tottenham bleiv stovnað í fjør í sambandi við dyst móti júst Manchester United, og nógvir spurs-fjepparar eru kring alt Føroya land.