? Finst eitt útrokning í danska fíggjarmálaráðnum sum fyri, hvussu nógv føroyingar kosta danska landskassanum, bæði teir føroyingar, sum búgva í Føroyum, og teir føroyingar, sum búgva í Danmark?
Hetta er ein spurningur, sum annar tann føroyski fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard, nú vil hava greiði á.
Men hann vil eisini hava at vita, um tað ber til at rokna út, hvussu nógv ið føroyingar, sum arbeiða í Danmark, forvinna til donsku bruttotjóðarúrtøkuna.
? Og hví er hetta roknistykki ikki uppi í tí fyrra?
Fyri at fáa greiði á hesum spurningum, hevur Jóannes Eidesgaard reist málið í fólkatinginum, har hann hevur sett danska fíggjarmálaráðharranum, Mogens Lykketoft, ein skrivligan fyrispurning um hetta evni.
Somuleiðis vil hann hava at vita, hvat endamálið við hesum útrokningum er.
Jóannes Eidesgaard sigur, at orsøkin til, at hann spyr, er, at tað er komið fram í føroyska útvarpinum, at tilsamans kosta føroyingar danska landskassanum 1,9 milliard.
? Umframt ríkisstuðulin er játtanin til danskar stovnar í Føroyum talt uppí, umframt útreiðslurnar til læraraeftirlønir, krígspensjónir og aðrar pensjónir upp á 118,6 milliónir.
Men Jóannes Eidesgaard sigur, at tað mest merkisverda er, at tað er eisini tikið upp í, hvat føroyingar, sum búgva í Danmark, kosta í útbúgvingarstuðli, barnaansing, arbeiðsloysisstuðli, sjúkrapeningi, barnapeningi og ørðum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hesar útreiðslur eru roknaðar út til at vera 488 milliónir.
Meiri enn helmingurin av hesum verður sagt at fara til fólk við ongum arbeiði.
Fólkatingsmaðurin sigur, at, hesar útrokningarnar eru gjørdar eftir teimum útreiðslum, sum danski staturin hevur av útlendingum í Danmark.
?Tað er vanliga fatanin í Føroyum, at talið av arbeiðsleysum føroyingum í Danmark er ikki yvir miðal.
? At útreiðslurnar til føroyingar í Danmark tí verða bólkaðar undir útreiðslurnar til útlendingar í Danmark, er tí næstan provokerandi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann spyr tí eisini Mogens Lykketoft, hví ongin útrokning er, sum vísir, hvussu nógv føroyingar í Danmark, forvinna til danska samfelagið.
? Hvat við teimum føroyingum, sum eru í vinnu í Danmark? Hvat við teimum, sum gera íløgur í fiskivinnuna á sjógvi og landi og sum útvega hundraðtals fólkum arbeiði? Og, hvat við øllum teimum føroyingum, sum eru yvirmenn í danska handilsflotanum, og sum tískil fáa eina av størstu útflutningsvinnum í Danmark at virka?
Ein seymur í kistuna
Jóannes Eidesgaard sigur, at hvørja ferð ríkisfelagsskapurin verður mettur í krónum og oyrum, verður enn ein seymur settur í líkkistuna hjá ríkissfelagsskapinum.
? Hjá teimum, sum hava álit á ríkisfelagsskapinum, kann tað verða trupult at síggja endamálið í eini útrokning, sum er so einvegis, sum hendan er, táið tað hevði verið rættari at tikið inntøkurnar við eisini, sigur Jóannes Eidesgaard.