Góðu landsmenn, góðu stevnugestir.
Tá ið abbabeiggi mín Hans Jacob Petersen úr Saltnesi bleiv sjúkur og seinni doyði á Jonstrup Seminarium fyri meira enn hundrað árum síðani, gingu nógvar vikur, áðrenn familjan heima í Føroyum fekk boðini. Og tá ið ommusystur mín Mathilda Jacobsen úr Kaldbak fór til Danmarkar fyrst í hesi øldini, tók ferðin 20 dagar og kostaði 20 krónur. Eg kom til Danmarkar í gjár, og tók ferðin knappar 2 tímar. Og vil eg hava fatur á dóttrini í Odense, er bara at ringja og samband er í somu løtu. So verðin er minkað hesi árini, ikki bara minkað, men eisini broytt, umstøðurnar eru betri.
Í 1935 gav »Hitt føroyska studentafelagið« í Kbhvn. eina bók út, sum æt »25 ára minnisrit«. Har er eitt yvirlit yvir studentar, ið eru komnir til Danmarkar at lesa. Frá 1900 til 1925 eru einans 40 studentar byrjaðir upp á hægri lestur. 1 1/2 um árið. Bara teir namastu unglingarnir við teimum ríkastu foreldrunum høvdu møguleika. So seint sum umleið 1970 skrivaði Maria Andersen ein bókling, sum æt »Føroyskar gentur í Kbhvn.« Hann snýr seg um tær truplu umstøður, ófaklærdar gentur arbeiddu undir niðri. Tað er tristur lesnaður. Men tær høvdu onki val. Heima var ikki brúk fyri teimum, og ongi útlit vóru fyri eini útbúgving.
Nú er øðrvísi. Hóast kreppu heima á landi, so hava samfelag og foreldur ráð og møguleika at geva sínum ungu eina miðnámsútbúgving og møguleikan at velja.
Summi halda, at tað er synd í tykkum ungu at noyðast av landinum at læra. Eg haldi ikki. Míni lestrarár á Haslev Seminarium eru millum míni bestu. Tað er gott at vera føroyingur í Danmark. Tit eiga at føla tykkum priviligeraði. Í landinum við bestu undirvísingarskipan og sosiallóggávu. Í landinum, sum fostraði Ludvig Holberg, Søren Kirkegaard, H. C. Andersen og gamla Grundtvig. Minnist til, at tað var her, at tjóðskaparkenslan og tjóðskaparyrkingin tók seg upp. Tað er her, at Jørgen Frants Jacobsen skrivaði »Barbaru«, sum nú fer út í verðina sum filmur.
Men minnist eisini til: Tað verður fylgt við, hvussu gongst tykkum í útlandinum. Gongst tykkum væl, fellur heiðurin eisini aftur á okkum heima. Tit eru øll ambassadørar fyri føðilandið. Tað frøðir okkum, tá ið vit hoyra um góð avrik hjá Jákupi Mikkelsen og Toda Jónsyni. Ja, vit eru errin. Vit kanna okkum gleðiliga helvtina av Kent Kirk og Jacob Haugaard, tí mammurnar eru føroyskar. Vit kanna okkum eisini Knud Heinesen, tí hann hevur føroysk foreldur. Og tað kendist væl at vera landsmaður Johan Nielsens sála, ta tíð hann sat á fólkatingi. Tann markanti persónur hann var. Tað sama kann sigast um teir føroyingar, sum hava gjørt seg galdandi í politikki í Danmark. T.d. skyldkonan Ragnhild Sørensen her í Sorø. Vit eru errin av tykkum. Tit eru virðilig umboð fyri følandið.
Tíverri hevur Føroyalandið bara havt tvær útflutningsvørur, nevniliga fisk og fólk. Tann fyrra hevur gagnað okkum, men tann seinna hevur volt okkum stóran miss. Við skomm má sigast, at tað føroyska samfelagið ikki hevur verið innrættað soleiðis, at tað hevur kunna breiðføtt øllum. Her hevur helst verið ov illa planlagt og ov lítið hugt eftir framrokningum. Vónandi kunnu tit, tá ið tit hava fingið útbúgving, koma heim aftur og broyta gongdina til tað betra. Tí tað er eisini ov bíligt at siga, at samfelagið onki hevði at bjóða mær, og tí mátti eg rýma. Eg noyðist at minna á tey fortugdu orðini hjá John F. Kennedy: »Spyr ikki hvat samfelagið kann gera fyri teg, men spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri samfelagið«.
Men framtíðin sær ljós út júst fyri tykkum, sum fáa tykkum útbúgving. Er olja í undirgrundini, sum tey flestu vóna, verður brúk fyri nógvum útbúnum fólki. Og tá serliga føroyingum. - Fylgið við í føroyskum bløðum og útvarpi, har møguleiki er. Lærið børn tykkara føroyskt, eisini um annað foreldrið er danskari. Gerið tykkara ávirkan galdandi heima í Føroyum. Tey, ið lesa og læra, hava atkvøðurætt til løgtingsvalið. Gerið brúk av hesum rætti, so tit føla medábyrgd av tí, ið hendir.
Í dag er stevna, og tað er hugaligt at síggja, at tit hava tikið traditiónirnar við tykkum til Danmarkar. Kappróður er okkara tjóðarítrótt, og ein føroyskur bátur tekur seg eisini væl út á einum vatni inn á tí flata Sjellandi.
At enda fari eg at ynskja øllum ein hugnaligan dag saman, og við hesum orðum lýsi eg stevnuna í Sorø 1997 at vera setta.
Takk fyri!