Spyr um Málráðið er losjukent

Bjarni Djurholm spyr landsstýrismannin sjey spurningar um Málráðið. Ein er, um mentamálaráðharrin heldur ráðið kann vera losjukent.

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, sjey spurningar um Málráðið í einum skrivligum fyrispurningi. Spurningarnir, sum løgtingsmaðurin vil hava svaraðar, eru hesi:

 

1 Hvussu nógvar fundir hevur Málráðið havt síðani fyrsta fundin 8. januar 2013?

 

2 Hvussu nógvar fundir hevur starvsnevndin í Málráðnum havt í sama tíðarskeiði?

 

3. Eftir hvørjum leisti verður málráðið kunnað av starvsnevndini?

 

4. Eftir hvørjum leisti tryggjar Málráðið almenninginum innlit í arbeiðið hjá ráðnum og starvsnevndini?

 

5. Hvønn týdning leggur Málráðið og starvsnevndin í viljan hjá landsstýrismanni og Løgtingi um, at fólkið kennir seg aftur í málfrøðiligu avgerðunum og opinleika?

 

6. Hevur landsstýrismaðurin fatan av, at starvsnevndin/Málráðið kann fáa eyðmerking at vera losjukend, verður hansara og Løgtingsins vilji ikki fylgdur?

 

7. Nær fer Málráðið at gera niðurstøðu um alfabetið (stavraðið)?

 

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Bjarni Djurholm á, at Málráðið hevði sín fyrsta fund 8. januar 2013. Landsstýrismaðurin í mentamálum luttók á fundinum, har hann í fráboðan legði dent á, at Málráðið skuldi menna málið,  ráðgeva og gera niðurstøður viðvíkjandi málinum, og at tað var av stórum týdningi, at Føroya fólk kennir seg aftur í málinum, og at vit tí ikki mugu gloyma tann fólskliga partin.

 

Harumframt hugleiddi landsstýrsimaðurin um latínska alfabetið - at leggja fyri Løgtingið at løggilda.

 

– Boðini frá landsstýrismanninum vóru greið. Arbeiðslagið hjá Málráðnum skal endurspegla málsliga huglagið millum manna, ella sagt øðrvísi, málsligur seráhugi eigur ikki at hava framíhjárætt, sigur Bjarni Djuholm, sum vísir til sjónarmiðini, sum vóru í fullum samljóði við álitið frá samdari Mentanarnevnd í løgtinsmáli  nr. 170/2011: Uppskot til løgtingslóg um málráð, har nevndin m.a. vísti á:

 

"at tað er týdningarmikið, at tilráðingarnar frá Málráðnum verða fylgdar. Hetta fer at seta størri krøv til Málráðið at koma við uppskotum, sum verða vird og fáa sín sjálvsagda lut í orðaskjáttunum millum manna. Henda mannagongd fer væntandi at fremja vaksandi tign fyri Málráðnum. Fær Málráðið uppiborna virðing í sínum gerandisvirki, sum ger, at tilmæli frá Málráðnum bera ávøkst og ikki enda í ósemjum og gaddajørð, er nógv vunnið føroyska málinum at frama."

 

– Lógin varð einmælt samtykt í tinginum, vísir løgtingsmaðurin á.

 

Hann sigur víðari, at eisini í løgtingsmáli nr. 16/2009: Uppskot til samtyktar um klassiska latínska alfabetið, var tað ein samd nevnd, sum m.a hevði hesar viðmerkingar:

 

"Tað kann fáa óhepnar avleiðingar, um Løgtingið við lóg ger av málfrøðiligar spurningar.

Men samstundis ásannar nevndin, at vit í løtuni ikki hava nakran stovn í Føroyum, sum hevur

myndugleika á hesum øki.

 

Tað hevur m.a. havt við sær, at fleiri ymisk stavrøð verða brúkt í skúlum og aðrastaðni - men einki teirra er autoriserað sum tað rætta. Í nøkrum skúlabókum eru bókstavirnir CWQZ og X við í stavraðnum - men aðrastaðni eru teir ikki við.

 

Hetta heldur nevndin vera óheppið.

 

Nevndin er samd um, at stavraðið eigur at vera tað sama frá skúlabók til skúlabók og frá skúla til skúla. Og nevndin heldur, at hetta stavrað eigur at endurspegla tann veruleika, at stavirnir CWQZ og X verða nógv nýttir í Føroyum, og tað koma støðugt fleiri orð og heiti inn í dagliga málið, sum stavast - og bara kunnu stavast - við hesum bókstavum.

 

Nevndin heldur tað eisini vera ein fyrimun at hava hesar stavir til at taka, tá altjóða orð og heiti verða føroyskað og lagað til føroyskar málreglur.

 

Um stavraðið ikki hýsir hesum bókstavum, fer ein støðugt størri partur av tí máli, sum brúkt verður í Føroyum, at liggja uttan fyri okkara egna stavrað.

 

Spurningurin um stavraðið er ikki bara málfrøðiligur, men eisini politiskur. At ein avmarkað útgáva av stavraðnum var partur av grundarlagnum undir navnalógini hevði t.d. avgerandi týdning fyri hesa lóg. Ein óheppin avleiðing var, at óneyðuga mong nøvn fullu uttan fyri tað, sum góðkent verður.

 

Samanumtikið heldur nevndin, at 1) Føroyar bara eiga at hava eitt stavrað, 2) at hetta stavrað skal vera autoriserað, og 3) at tað skal hýsa stavunum CWQZ og X eins og stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skilt við.

 

Nevndin heldur, at spurningurin um stavraðið eigur at verða viðgjørdur í hesum ráði, men heldur eisini, at Løgtingið bæði kann og eigur at geva sína hugsan til kennar um hetta mentanarpolitiska mál.

 

Hesar viðmerkingar skulu tí skiljast sum eitt tilmæli frá Løgtinginum til verandi Málnevnd og til tað Málráð, sum ætlanin er at seta."

 

– Uppskotið var samtykt við stórum meiriluta (tríggir tinglimir atkvøddu blankt). Omanfyrinevndu dømi eru greið. Málráðið skal hava kjølfesti í fólksligari fatan av móðurmálinum. Týdningurin og virðingin fyri ráðnum er treytaður av, at málráðið og starvsnevndin liva upp til fólkaræðiligar mannagongdir - gjørdar løgtingssamtyktir - og annars koma við uppskotum og tilmælum, sum verða vird og fáa sín sjálvsagda lut í orðaskjáttunum millum manna, sigur Bjarni Djurholm í grundgevingunum fyri at seta landsstýrismanninum henda skrivliga fyrispurning.