Ísrael krevur ein sigur

Ísraelska landsliðið stendur við søguligum møguleika, nú teir skulu enda undankappingina við tveimum dystum móti Føroyum

Ísrael

Bert eina ferð áður hevur Ísrael verið í nær námind einum endaspælið. Hetta var, tá teir á heysti 1999 spældu play-off dyst móti Danmark, men eftir at danir í fyrra dystinum vunnu ikki minni enn 5-0 í Tel-aviv, var spenningurin til ta royndina mest sum burtur.
Nú er talan tó um nýggja støðu. Enn hevur Ísrael ikki tapt í hesi undankappingini, og tí er vónin, at teir kunnu enda sína roynd við tveimum sigrum móti Føroyum. Og so er vónin, at Frakland ger sína skyldu við sigrum á Írlandi og Sveis, soleiðis at Ísrael kann taka næsta plássið, sum gevur rættin til play-off.
Tað eru tó ikki tær stóru stjørnurnar, sum eyðkenna ísraelska hópin í dag. Fyri fáum árum síðani vóru tað spælarar sum Eyal Berkovich og Haim Revivo, sum vóru lýsandi stjørnurnar í hópinum, men hesir eru ikki longur við.
Í dag eita stjørnurnar á liðnum Haim Tal Ban úr Bolton, Yossi Benyoun úr West Ham og Pini Balili úr Kayssary Spo, men eingin teirra hevur tó sama status, sum gomlu stjørnurnar.
Hinvegin er talan í dag um eitt munandi sterkari kollektiv, sum longu nú hevur tikið stór tak fram á altjóða leiðini. Um tað so fer at røkka til HM-atgongumerki á hesum sinni, er ein annar spurningur. Men royndin verður í øllum førum gjørd, og til tess krevjast tveir sigrar á Føroyum.