Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini at byggja 3.000 bústaðir afturat á Vestara Áarbakka og í Eysturjerusalem, nú Palestina hevur fingið eygleiðarastøðu í ST, hevur fingið øði í fleiri lond.
Í London fekk tann ísraelski sendiharrin fingið boð um at koma í uttanríkisráðið á fund, og somu boð fingu ísraelsku sendiharrarnir í Keypmannahavn, París og Stockholm.
-Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini er sera ørkymlandi, og saman við øðrum ES-londum fara vit at tosa um, hvørji stig skulu takast afturat, segði svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt (myndin), tá hann í dag kunnaði Ríkisdagin um málið.
Danski uttanríkisráðharin, Villy Søvndal, sigur, at tað er bæði harmiligt og skaðiligt, at Ísrael ætlar at byggja meiri á Vestara Áarbakka og í Eysturjerusalem.