Ísraelskur sendiharri vitjar Føroyar

.

Felagið Vinir Ísraels í Føroyum hevur bjóðað ísraelska sendiharranum Abraham Setton saman við konuni Súsan at koma til Føroya frá týsdegi 2. til hósdagin 4. juni.

Ísraelska tjóðin hátíðarheldur sín 50 ára stovningardag 14. mai sum staturin Ísrael.

Mikudagin 3. juni hevur Abraham Setton fund við føroysku pressuna, útvarpið og sjónvarpið, og um kvøldið verður almennur fundur í auluni í Tórshavnar gula kommunuskúla. Havnar Manskór vil eisini gera kvøldið hugnaligt við sínum vakra kórsangi. Árni Hansen spælir saman við síni trio, og felagssangur verður leiddur av Árna av Reyni.

Sendiharrin vil tala um ta dagsaktuellu støðuna í Ísrael, og høvi verður til at seta honum spurningar.

Øllum stendur í boði at verða við til henda fund, har føroyingar kunnu ynskja sendiharranum og Ísrael tillukku við 50 ára stovningardegnum.

Annars er at siga, at 15. mai endar innsavningin til føroysku gávuna til gróðursetan av runnum í føroysku viðarlundini í Yatir-oyðimørkini. Girokort eru at fáa á øllum føroyskum posthúsum. Gironummarið er 78603.

Tá føroyingar fyri ikki so langari tíð síðan og kanska eisini enn, omu á gott, heilsaðu teir við at siga : Guds friður í húsi. Ísraelarnir heilsa við at siga Shalom, og tað merkir: Guds friður.

Áhugavert er at leggja merki til, hvussu nógv føroysk og jødisk mentan í hugburði, mæti, gudrøkni og so framvegis, hava borið, og fyri ein part enn, bera brá av hvørjum øðrum, stendur í tíðindaskrivi frá »Vinir Ísraels í Føroyum«.