Fleiri ungir føroyingar luttóku um vikuskiftið í DM fyri ungdóm í Hvidovre. Eftir góð avrik kann hópurin erpa sær av fimm heiðursmerkjum, har tað eina var gull.
Gullmerkið vann Øssur Debes Eiriksfoss í trístøkk í aldursbólkinum U22. Í triðju og seinastu royndini leyp Øssur 13,84 metrar, og tá ið eingir kappingarneytar vóru nær við hesa longdina, kann hann nú kalla seg danmarksmeistara.
Rói Holgarsson, sum er Føroya kvikasti maður, vann bronsu á 100 metrum hjá U22 við tíðini 11,43. Í innleiðandi umfarinum hevði hann tíðina 11,37, og eftirsum báðar tíðirnar vóru betri enn 11,48, hevur hann nú eisini megnað kravtíðina til oyggjaleikirnar á Bermuda næsta summar.
Rói Holgarsson var eisini kvikur á 200m og vann silvur við tíðini 22,33.
Hallur Simonsen vann bronsu í U17-aldursbólkinum í klingruvarpi. Hann tveitti klingruna 40,40m.
Fimta heiðursmerki hjá føroyingunum vann Hanus Bergsson í spjótkasti. Hann kastaði út um 57 metrar í innleiðandi umfarinum og hóast hann kastaði nakað styttri í finaluni, 54,33 metrar, so endaði hann á einum triðja plássi og vann bronsu.
Fleiri aðrir føroyingar hava eisini luttikið, og fingu nakrir teirra somuleiðis góð úrslit. Eitt nú gjørdust Trygvi Laksafoss og Tórur Mortensen nr. 4 í teirra aldursbólkum í trístøkki. Trygvi leyp 12,63 metrar og Tórur Mortensen 11,26 metrar. Hetta eru bæði tvey persónlig met.