Ein av mongu uppgerðunum millum feløg í Eysturoy verður á Svangaskarði sunnudagin. B68 fer at fáa vitjan av Víkingi.
Tá ið B68 hóskvøldið legði rygg til 2-0 tap í Runavík, var avrikið einki at reypa av. Í B68 eru fleiri spælarar skaddir, og tað er serliga í verjupartinum, at hetta rakar meint. Veteranurin Øssur Hansen hevur nógvu tey seinastu umførini verið hollur stuðul á vinstra vongverja. Ímóti NSÍ noyddist Øssur Hansen tíðliga í 2. hálvleiki at taka seg av vøllinum. Tað er lítið sannlíkt, at hann verður tøkur sunnudagin.
Ovi Magnussen, sum undanfarnu árini hevur verið partur av besta B68 liðnum, er komin heim í summarfrí, og hann var hóskvøldið í miðverjuni. Dánial Hansen, sum áður hevur spælt við B68, er fluttur úr NSÍ, har hann hevur spælt á næstbesta liðnum, og aftur til B68.
Higartil hevur B68 bara vunnið tvey stig á heimavølli. Toftamenn vóna, at tað undan summarsteðginum skal eydnast at økja um úrtøkuna á heimavølli. Umframt ímóti Víkingi skal B68 á Svangaskarði spæla ímóti Skála og B71.
Í leguni hjá Víkingi er lagið gott eftir 2-0 sigurin á heimavølli ímóti ÍF. Víkingur er á fimta plássi. Tað eru fýra stig upp til bronsuplássið, og tað er tann vegin, at gøtumenn og leirvíkingar hyggja.
Ímóti ÍF noyddist Sølvi Vatnhamar beinanvegin av vøllinum. Tað er rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Haraftur ímóti er eingin ivi um, at maðurin, sum loysti Sølva Vatnhamar av, hesa ferð verður ímillum teir fyrstu ellivu. Zoltán Bukszegi varð settur á vøllin eftir tíggju minuttir, og hann skoraði bæði málini mikukvøldið.