Støðan hjá fótbóltinum í Havn og Hoyvík

Tað eru nógv framstig hend innan ítrótt í Tórshavnar Kommunu seinastu árini. Fimleikararnir hava fingið Fimi, rennarar hava fingið Tórsbreyt og hoyvíkingar og kollfirðingar hava fingið nýggjar ítróttarhallir.
Ynskilistin er tó framvegis langur. Skotið er upp at gera langhyl, breiðka Badmintonhøllina til judo og borðtennis, og handbólturin rópar eftir hallarplássi.
Allar ítróttargreinar gera vart við seg, og tað er gott. Tað er tekin um nógv ungdómsvirksemi, sum vil sleppa í gongd, men har karmarnir enn ikki loyva tí.
Hóast framstig, so tykist tað at trupult hjá kommununi at fylgja við tørvinum á ítróttarøkinum. Heilsurákið hevur broytt lívsstílin hjá borgarunum, og tí noyðist kommunan at laga seg til hesi viðurskifti.
Fótbóltsfeløgini hava hildið lágan profil higartil. Helst tí, at kommunan saman við FIFA er í einari tilgongd at gera eitt landsstadion á Tórsvølli, sum má vera í landinum, skulu vit halda fram við altjóða fótbólti.
Fótbólturin er fremsta andlit føroyinga uttanlands, og tí rós til Tórshavnar Kommunu fyri viljan til at taka hesa uppgávu uppá seg.
Tórsvøllur verður nógv brúktur til landsliðsvenjingar, so støðan er tann, at feløgini her ikki kunnu rokna við Tórsvølli sum venjingarvølli. Higartil er bert eydnast at fingið nakrar fáar tímar um vikuna til tey smæstu.
Sostatt eru í veruleikanum bert tveir vallir tøkir í Gundadali og ein á Argjum . Ovari og niðari vøllur í Gundadali eru í kappingarárinum fult bookaðir av gomlu havnarfeløgunum. Nýggju feløgini Undrið og GIZA Hoyvík mugu bíða til seint út á kvøldið, áðrenn tey sleppa framat.
Í ár hava 300 børn pendlað millum Hoyvíkshøllina, oman til ein lítlan Eysturvøll uttan skiftirúm og wc, og so niðan til Tórsvøll ella ovara og niðara vøll í Gundadali, tá tað hevur eydnast at funnið eitt pláss har.
Ein støðug óvissa um nær og hvar hevur gjørt tað sera torført hjá børnum, foreldrum og venjarum . Avlýsingar hava eisini verið neyðugar av somu orsøk, og tað hevur elvt til keðiligar støður fyri mong.
Tann stóri trupulleikin er, at vallarkapaciteturin í Havn er alt ov lítil í mun til vaksandi áhugan hjá ungdóminum fyri fótbólti.
Í Tórshavnar Kommunu eru 3 fótbóltsvallir til 19.941 íbúgvar. Til samanberingar kann nevnast, at í Eysturoynni eru 8 vallir til 10.743 íbúgvar.
Tað hevði hjálp almikið, um ætlaði vøllurin í Hoyvík skjótt gjørdist veruleiki. Og hví ikki leggja graslíki á vøllin við Venjingarskúlan, tað hevði ikki kostað nógv, men hevði munað væl, um feløgini fingu atgond til skiftingarhølið. Og skúlin kundi brúkt vøllin í skúlatíðini.