Fyri stívliga hálvum øðrum mánaði síðan varð Joachim, prinsur, raktur av einum blóðtøppi í heilanum. Hóast tað gongur framá hjá honum, eru hann enn ikki til reiðar at byrja í nýggja starvinum sum verjusendimaður - ella forsvarsattaché, sum tað verður rópt - á donsku sendistovuni í París.
Men, dagurin nærkast, vita danskir miðlar at siga, og tað er kongshúsið, sum er keldan. - Joachim, prinsur, eru framhaldandi í batning, og hann gleðir at byrja í nýggja starvinum einaferð í september, verður sagt.
Sambært donskum miðlum er prinsurin nú aftur í heiminum í París, har tey fluttu síðsta ár, tá hann fór í holt við sína leiðaraútbúgving á hernaðarakademinum, Ecolé Militaire. Læknarnir hava mælt til, at prinsurin fer hóvliga í gongd aftur.
Tað var, meðan hann var staddur á slottinum hjá kongafamiljuni - Château de Cayx í Cahors - í Fraklandi hin 24. juli í ár, at hann byrjaði at føla seg illa og í skundi varð fluttur á sjúkrahús í Toulouse, har hann síðan varð skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í heilanum.
Nakrar dagar eftir tilburðin, upplýsti kongshúsið, at Joachim, prinsur, sambært tí, sum læknarnir tá mettu, "hvørki fer at fáa likamlig ella onnur mein" av blóðtøppinum. Síðan hann slapp heimaftur av sjúkrahúsi, hevur hann verið saman við familju síni á vínslottinum.