Í morgin hevur nýsetta stýrið á Fróðskaparsetri Føroya fund. Tá vera tær prinsipiellu avgerðirnar tiknar viðvíkjandi sparingum, sum Fróðskaparsetur Føroya skal fremja. Fimm milliónir er álagt teimum at spara, og merkir hetta at 8-9 fólk mugu sigast úr starvi, alt eftir hvørja deild sparingarnar fara at ganga útyvir.
- Vit hava sett fólk í starv á deildunum, sum eru lærarar aðra staðni frá, og hendir tað, at vit noyðast at siga hesum fólkunum upp aftur, verður støðan katastrofal. Onnur orð havi eg ikki fyri hesi støðuni, sum nú er íkomin, sigur Jóan Pauli Joensen.
Rektarin greiðir frá, at av tí at fíggjarlógin var so sein á veg hesa ferð, hevur fíggjarnevndin ikki roknað við teimum starvslønum, sum fylgja við nýsettu størvunum. Samstundis hevur mentamálaráðið góðtikið allar starvssetanir, og er sjálvt uppskotið komið haðani.
- Nú stendur øll virðingin fyri Fróðskaparsetri Føroya fyri falli. Og ongantíð fyrr havi eg verið so skuffaður av politisku skipanini, sigur Jóan Pauli Joensen.
Samstundis sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, at alt arbeiðið, sum MFS hevur gjørt við at fáa føroyingar heim at lesa, dettur á gólv við eini slíkari avgerð.
Dreymar kvaldir í føðingini
Fróðskaparsetur Føroya er at meta við Ålborg Universitet, Syddansk Universitet, Roskilde Universitetscenter, Odense Universitet og Universitetið í Tromsø í aldri. Dreymurin er at byggja út Fróðskaparsetrið til ein stóran útbúgvingarstovn, men sambært Jóan Paula Joensen, hevur arbeiðið við setrinum gingið ótrúliga spakuliga. Tann 1. August 2008 vóru Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin lagdir saman við Fróðskaparsetri Føroya, og verður stýrið fyri stovnin sett í morgin. Fyrsti fundur í stýrinum verður beint eftir setanina, har mentamálaráðharrin verður til staðar.
- Eg vóni, at Helena Dam á Neystabø fer at leggja fram eitt uppskot til broyting í fíggjarlógini fram fyri Løgtingið.
Um størri játtan ikki kann fáast til Fróðskaparsetur Føroya, sum er ein vaksandi útbúgvingarstovnur, verða ætlanirnar um at byggja út Fróðskaparsetur Føroya, kvaldar í føðingini, heldur rektarin.
- Samanborið við hini universitetini, vit kunnu samanbera okkum við, eru vit ongan veg komin. Vit mugu menna okkum, og hugsa um annan ídnað. Eitt nú útbúgvingar innan medisin, kundu vit bjóðað. Gransking í samfelagsviðurskiftum, lóg. Fiskurin skal hava eina søgu, fyri at vit kunnu selja hann, sigur Jóan Pauli Joensen.
- Vit skulu framleiða vitan og kunnleika. Við tað at vit hava tað føroyska málið, ger tað okkum sterkari. Tí tá hava vit okkara egna samleika.