StÍF-Neistin 23-24 (11-9)
Um so var, at onkur hendinga áskoðari var í iva um týdningin av dystinum inni á Skála sunnudagin, so var hesin skjótt sannførdur um, at okkurt heilt serligt var á vási. Høllin var nevnliga stúgvandi full av viðhaldsfólki hjá teimum báðum liðunum, sum nú skuldu royna seg, og spenningurin komst heldur ikki av ongum.
Talan var nevnliga um tvey av liðunum, sum framhaldandi høvdu møguleika at vinna FM-gullið í fremstu mansdeildini, og hjá báðum ráddi sjálvsagt um at vinna dystin.
Krøvini vóru kanska harðast hjá strandingum, tí meðan neistamenninir kundu tola at tapa dystin, so vóru teir á heimaliðnum fullgreðir um, at eitt tap hevði við sær, at FM-dysturin skuldi avgerast millum Neistan og VÍF, við strandingum sum passivum áskoðarum á síðulinjuni.
Fjáltursstungið
Tað sást eisini aftur í spælinum á vøllinum, at leikararnir høvdu nógv at hugsa um henda dystin. Í nógvum førum tóktist tað í hvussu so er soleiðis, at leikararnir als ikki hugsaðu nóg kølið, og serliga kom hetta til sjóndar í skotroyndunum hjá leikarunum.
Ikki tí, málverjarnir báðir, Johan og Bogi, vardu mál síni ótrúliga væl, men rættuliga ofta var talan eisini um óneyvar skotroyndir, sum antin fóru við síðuna av málinum, ella sum málverjarnir megnaðu at bjarga.
Nakað skipað spæl sást heldur ikki tað stóra til. Hjá strandingum hekk tað kanska eitt sindur betur saman, meðan spælið hjá Neistanum í stóran mun var bygt á einmansherin, Áka Olsen. Vanliga hevur Heini Joensen eisini hjálpt væl til, tá tosað verður um málskjóting, men sunnudagin varð hann mansvardur so at siga allan dystin, og hetta viðførdi eisini, at hann ongantíð kom rættuliga inn í dystin.
Annars var tað Neistin, sum byrjaði dystin betur, men tá einir 20 minuttir vóru leiktir, megnaði StÍF at vinna seg fram um, og hesa leiðsluna hildu teir fast um fram til hálvleikssteðgin.
Rútman fór
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki megnaði heimaliðið rættuliga at gera um seg, og trý mál á rað fingu rættuliga sett ferð á áskoðararópini, sum nú dundu oman yvir leikararnar.
Spælið hjá Neistanum hekk so at siga als ikki saman hesa løtuna, og teir høvdu sera trupult við at spæla seg ígjøgnum vælvirkandi StÍF verjuna.
Fagnaðarrópini frá áskoðarunum slakaðu tó nakað, tá heimaliðið innan ein lítlan minutt misti bæði Alexandur og Sveinbjørn, sum báðir fram til hesa løtuna áttu sín stóra leiklut í viðrákinum hjá heimaliðnum.
Skaðin hjá Alexandur kom, tá Áki Olsen og hann kapprunnu í einum kontraálopið hjá Neistanum. Umframt teir báðar var Pauli Hansen eisini við í kapprenningini, og tá hesin rendi Áka um koll, datt hann beint á Alexandur, sum í fallinum beklaði, og noyddist at gevast.
Í næsta álopinum lá Sveinbjørn eftirá, og hóast hann kom aftur á vøllin seinni, so var sjónligt, at hetta hevði brotið ein part av rútmuni hjá heimaliðnum.
Neistaliðið fekk nú eisini alsamt betri tak á strandingum, men tað var kortini líkt til, at heimaliðið skuldi fara avstað við stigunum, ikki minst takkað verið Johan, sum framhaldandi stóð seg sera væl í málinum.
Í hinum endanum gekst nú ikki eins væl hjá Boga, men eftir at hann hevði verið á beinkinum eina løtu og hvílt seg, kom vend í.
Neistin bardi seg upp á 21-19, men tá StÍF aftur fekk tvey mál á rað, var líkt til, at dysturin var avgjørdur, tí nú vóru bert einir sjey minuttir eftir at leika.
Góvust ikki
Bláu leikararnir góvust tó ikki, og tá fimm minuttir vóru eftir at leika, tók dysturin eina avgerandi vend. Støðan var 23-20, tá Artur slapp ígjøgnum neistaverjuna, men Bogi bjargaði frágera væl, og í mótálopinum fekk Neistin minkað munin niður í tvey mál, samstundis sum Sveinbjørn varð útvístur.
Framvegis vóru tvey mál á muni, men tá John í næsta strandaálopinum avsluttaði óneyðuga skjótt, fekk Neistin aftur minkað um munin, og nú var sjónligt, at teir á heimaliðnum gjørdust alt meira ráðaleysir.
Tvey álop á rað megnaðu teir ikki at leika seg ígjøgnum neistaverjuna. Fyrstu ferð varð dømt fyri nøl, og aðru ferð varð bólturin tveittur burtur, og tá Áki Olsen megnaði at revsa strandingar báðu ferðirnar, var Neistin nú brádliga á odda.
Neistaverjan, sum nú rættuliga tóktist at rigga, megnaði eisini at steingja fyri seinastu álopsroyndini, men hetta var kortini ikki uttan eitt sindur av dramatikki. Tá fimm sekund vóru eftir hevði StÍF fríkast, og klokkan í høllini varð steðgað. Dómaraborðið gloymdi tó at seta klokkuna í gongd aftur, og hóast álopsroyndin ikki gav mál í fyrsta umfarið, so hildu strandingar á fram at spæla.
Dómararnir steðgaðu tó spælinum, so gjørdu greitt, at dysturin var lokin, og so kundu neistaleikararnir fegnast um sigurin.
Strandingur tóktust heldur ikki at ilskast inn á hetta, tí eingin ivi var um, at tíðin tá var lokin, men spurningurin er, hvat hevði hent, um álopsroyndin hevði givið mál í fyrstu atløgu, tí hóast klokkan tá vísti 29:55, so mundi tað í øllum førum vera nær við, at fimm sekund vóru liðin, frá tí at fríkasti varð tikið, til roynt varð at skjóta.
Gullvónin brostin
Fyri strandingar hevur tapið við sær, at teir hava mist møguleikan fyri at endurvinna FM-heitið, og tað í sær sjálvum er uttan iva eitt stórt vónbrot.
Liðið kann tó framvegis hava eitt orð at siga í hesum sambandi. Um eina viku koma vestmenningar inn á Skála, og kravið til teirra er eins greitt, og tað var hjá strandingum sunnudagin. Alt annað enn ein sigur til VÍF vil nevnliga viðføra, at teir eisini eru úti av gulldystinum, og at seinasti leikdagurin tískil bert verður ein spurningur um, hvørt silvurmerkini skulu handast á Skála ella í Vestmanna.
Full ferð á
Neistaliðið tykist framhaldandi at koyra við fullari ferð. Higartil hava teir tíggju dystirnir í endaspælinum givið fulla úrtøku, og megna teir at halda fast um hetta, so er FM-heitið teirra.
Orsøkirnar til framgongdina nú, sæð í mun til dystirnar í grundspælinum eru helst fleiri. Millum annað er einki at ivast í, at leikararnir nú eru betri samanspældir enn fyrru hálvuna, men størsti munurin man helst vera hugburðurin, sum leikararnir hava við sær á vøllin.
Tað er nevnliga komið fyri fleiri ferðir seinastu dystirnar, at liðið hevur reist seg aftur, hóast teir í løtum hava verið fleiri mál aftanfyri. Í grundspælinum hendi hetta so at siga als ikki, og millum annað taptu teir stórt fyri bæði strandingum og vestmenningum.
Í endaspælinum hava teir hinvegin megna at vent dystum móti bæði VÍF, Kyndli og StÍF, soleiðis at teir hava fingið tvey stig burtur úr, hóast tað til tíðir hevur sæð svart út, og einki er at ivast í, at hetta treiskni er komið teimum til góðar.
Har umframt tykist tað eisini soleiðis, at avrikini hjá liðnum ikki eru eins nógv tengd at, hvussu úrtøkan hjá Heina Joensen og Áka Olsen er. Hesu ferð var Heini hildin so at siga uttan fyri dystin, men kortini megnaðu liðfelagarnir at fáa nóg mikið av málum til at tryggja sigurin.
Komandi vikuskiftið skal Neistin á heimavølli royni seg móti Tjaldrinum, áðrenn teir í seinasta dystinum skulu til Vestmanna. Ein dystur sum kann gerast avgerandi fyri FM-heitið, tó at neistaleikararnir helst einki hava ímóti, at strandingar taka spenningin burtur úr hesum dystinum við at vinna á VÍF komandi vikuskifti.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: John Petersen 6 (4), Alexandur Johansen 4, Jónleif Sólsker 4, Sveinbjørn Poulsen 3, Pauli Hansen 2, Marius Joensen 2, Bent Durhuus 1, Artur Johansen 1 (1)
Neistin: Áki Olsen 9, Áki Mørk 5, Heini Joensen 4 (2), Karl Oddmar Rasmussen 3, Finnur Hansson 2, Rani Slættanes 1
Brotskøst:
StÍF 6, Neistin 2
Útvísingar:
StÍF 2, Neistin 4
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen