Uni Holm Johannesen
Frøin var stór, tá Regin Poulsen staðfesti sigurin hjá H71 við 44 sekundum eftir at spæla. Hann lyfti heimaliðið upp á 22-20, og staðfesti harvið, at StÍF ikki verður í FM-finaluni í 2009. Hinvegin er hoyvíkingar framvegis við, har tvey stig framvegis skilja teimum frá Neistanum.
Tað var eingin stór hondbóltsuppliving, tá StÍF vitjaði í høllini í Hoyvík í gjár. Spælið var lítið sannførandi, og rómurin millum áskoðarnar segði nær um alt. Einasti larmurin var, tá spælararnir royndu at koyra undir hvønn annan.
Lág leikferð
»Offence sells tickets. Defence wins championships.«
Soleiðis ljóðar enska hugtakið, og eftir dystinum í gjár at døma, høvdu hoyvíkingar av álvara lagt sær hetta í geyma. Bæði stigini vóru alneyðug, um liðið skuldi varðveita sín møguliga í stríðnum um FM-heitið. Har afturat hevði ein sigur við sær, at StÍF mátti veittra farvæl til føroyameistaraheitið.
Dysturin var sera lítið undirhaldandi at byrja við. Leikferðin var lág, og áskoðararnir vóru als ikki við. Hoyvíkingar høvdu lítið hugflog í sínum álopsspæli, men hóast verjan stóð væl, vunnu gestirnir sær skjótt eina trygga leiðslu. Eitt skifti vóru frá mál á muni millum liðini.
Í dystarfrásagnini varð dúgligt skriva um fyrilesturin, sum Rasmus Ankersen hevði fyri H71-leikarunum herfyri um at vera ein vinnari. Um tað varð avgerandi, skal ikki verða sagt, men í øllum førum stríddi heimaliðið seg aftur í dystin. Og seinasta korterið steðgaði fullkomiliga upp hjá StÍF, og hoyvíkingar fóru framum. Har vóru teir til John Petersen staðfestir sigurin í seinastu sekundunum.
Hvat ger hann her?
- Tú, svara mær? Er tað John Petersen sum rennur har?!
Ja, rætt hevði konan, sum spyrjandi hugdi at á síðulinjuni. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom fyrrverandi stórspælarin John Petersen á vøllin fyri H71. Hann hevur ikki spælt hondbólt á hægsta støði seinnu árini, men í vetur hevur hann verið partur av eykaliðnum hjá hoyvíkingum. Tað hevur hann eftir øllum at døma gjørt somikið væl, at Kári Nielsen sendi boð eftir honum til besta liðið
Í verjupartinum stóð John Petersen seg væl, men í álopspartinum eydnaðist honum bara at fáa tvey mál, hóast hann ofta slapp leysur av vinstra vongi.
H71 hongur í
H71 vann sær tvey sera týðandi stig í gjár. Hoyvíkingar hava illa ráð at tapa komandi vikurnar, tí Neistin tykist stórspælandi í løtuni. Komandi vikuskiftið vitjar VÍF í høllini í Hoyvík, og tá skal H71 veruliga royna seg.
StÍF er nú sett av í oddastríðnum. Strandingar hava seinastu vikurnar livað í vónini um finalupláss, men nú eru heili seks stig upp til annað plássið. Harvið hava teir nú veittrað farvæl til gullheiðursmerkini.
Fakta
H71-StÍF 23-20 (11-11)
10 min: 3-3
20 min: 5-9
40 min: 13-15
50 min: 18-17
Málskjúttar
H71: Dánjal Tórgarð 5(1), Bárður Brimvík 3, Janus Sørensen 3, Danni Syhler 3, John Petersen 2, Regin Joensen 2, Esbern Patursson 2, Halgir Dahl Olesen 1, Poul Kjartan Dam 1
StÍF: Cristian Preda 4(2), Mortan Hansen 4(1), Alexandur Johansen 3, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 2, Jóanes Prestá 2, Borgar Danielsen 1, Rúni Niclasen 1, Pauli G. Hansen 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 4
Útvísingar: H71 4, StÍF 1
Dómarar: Hannis Wardum & Andreas F. Hansen