StÍF sorlað sundur

Hondbóltur: Vestmenningar vundu burtur úr strandingum, tá liðini bæði hittust í høllini í Vestmanna mikukvøldið

VÍF-StÍF 32-21 (15-11)


Talan var um tey bæði liðini, sum í løtuni liggja ovast á stigatalvuni í landskappingini, eins og talan somuleiðis er um tey bæði liðini, sum hava verið meistarar seinastu árini.

Ítróttarligu karmarnir um ein javnan og spennandi toppdyst áttu tískil at verið til staðar, men mongu áskoðararnir máttu eftir dystin sanna, at dysturin hevði verið alt annað enn javnur og spennandi.


John út

VÍF legði nevnliga rættuliga tíðliga lunnar undir trivaliga sigurin, og áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, vóru teir longu framman fyri við seks málum. StÍF vann seg nakað inn aftur á mótstøðuliðið, men nærri enn tvey mál komu teir ongantíð, og tá VÍF so aftur streyk avstað beinanvegin í seinna hálvleiki, reyk øll luftin úr meistarunum.

Tað skal tó sigast, at tað uttan iva varð ein dyggur smeitur fyri strandingar, at John Petersen noyddist út við skaða um miðjan fyrra hálvleik. Sjálvur meti eg tó ikki, at hendingin hevði nakra stóra ávirkan á endaliga úrslitið, tí fyri tað fyrsta, so hevði John avgjørt ikki ein av sínum bestu døgum, og har umframt varð avloysari hansara, Alexandur, ivaleyst millum bestu StÍF leikararnar, tá hann kom á vøllin.

Einastu ferð, at nakrir av áskoðarunum úr Eysturoynni fingu vónir um eitt líkinda úrslit, tóktist annars vera, tá krumtappurin í verjuni, Sjúrður Holm, fekk reyða kortið, eftir at hann hevði togað Jónleif í armin.

Hetta broytti tó einki um støðuna, tí venjarin hjá Vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, fór í staðin á vøllin sjálvur, og hann leikti ein góðan dyst, so leingi hann var á vøllinum. StÍF leikararnir sóu eisini út til at hava mist alla vón um hetta mundið, so sigurin kom ongantíð í vanda.


Rápa við aftur

Síðani Daniel Rápa kom til Føroyar fyri góðum ári síðani, kann ikki sigast, at hann hevur verið hepnasti maður í Vestmanna. Satt at siga, so hevur hann verið forfylgdur av skaðum, men mikukvøldið var hann so aftur at síggja á besta VÍF liðnum.

Hóast tað á renningarlagnum var líkt til, at hann enn er eitt sindur darvaður av skaðanum, so var eisini greitt, at hondbóltsevnini ongan skaða hava tikið av drúgva skaðasteðginum.

Nú hevur fær hann so nakrar vikur eyka, har hann kann koma í enn betri venjing, og sleppur hann undan fleiri álvarsomum skaðum, verður hann uttan iva ein stórur styrkur hjá vestmenningum.

Skulu nakrir leikarar á heimaliðnum takast framum, so mugu tað verða Ingi Olsen og Eli Müller. Ingi er uttan iva ein av allar bestu leikarunum í landinum, og tað er ein sonn fragd fyri eyga at síggja hann spæla, tá lagið er eins gott, og tað var mikukvøldið. Fríspælingar, lumpin skot og frálíkt verjuspæl, alt frá sama leikara.

Eli stóð einki minni enn ein branddyst í málinum. Fleiri ferð hevði hann frálíkar bjargingar, tá strandingar gjørdist leysir, eins og hann eisini hevði sín part av skuldini fyri, at somu strandingar bert fingu mál upp á helmingin av teimum brotskøstum, sum teimum varð tillutað.


Einki riggaði

Strandingar standa seg ivaleyst best við at lata dystin mikukvøldið fara í gloymibókina sum skjótast. Satt at siga, so riggaði spæl teirra als ikki hetta kvøldið.

Ikki tí, av og á sóu áskoðararnir einstakar flottar detaljur, men sum heild var sera langt ímillum tær løtur, har StÍF sýndi tað spæl, sum seinasta ár tryggjaði teimum FM-heitið. Harafturat má sigast, at tað er langt síðani, at eg havi sæð strandingar gera so nógv teknisk mistøk, sum teir gjørdu í hesum dysti.

Fleiri ferðir riggaðu skjótálopini ikki, orsakað av at sendingarnar ikki vóru nóg neyvar, eins og tað fleiri ferðir kom fyri, at vestmenningar kundu fara í skjótálop, tí bóltar vórðu tveittir burtur.

Í stuttum má sigast, at talan var um ein kollektivan off-day, og slíkir vilja altið koma fyri av og á. Bert spell at tað skuldi henda móti einum so sterkum og vælleikandi liði.


Dysturin í tølum:

VÍF: Sámal Joensen 8, Ingi Olsen 6, Johnny Joensen 6, Harald Bjørgvin 5, Agnar Joensen 3, Ragnar Zachariasen 1, Petur Fr. Joensen 1, Sjúrður Holm 1, Daniel Rápa 1

StÍF: Artur Johansen 7 (1), Alexandur Johansen 6 (2), Sveinbjørn Poulsen 3, Kristian Petursson 2, Kartin Danielsen 2, Jónleif Sólsker 1

Brotskøst: StÍF 6

Útvísingar: VÍF 8, StÍF 2

Burturvísing: VÍF 1

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen