Ein ST-kanning ákærir Ísrael fyri brotsverk móti mannaættini gjøgnum ein politikk, har tilætlað verður lopið á heilsuverkið í Gaza.
Hetta sæst í fráboðan, sum ein nevnd, sum stendur fyri kanningini, gav út í dag.
- Ísrael hevur ført ein samskipaðan politikk fyri at oyðileggja heilsuverkið í Gaza sum liður í einum breiðari álopi á Gaza, stendur í fráboðan frá óheftu altjóða kanningarnevndini.
Landið "fremur krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini" við at leypa á heilsustarvsfólk og stovnar, stendur í fráboðanini.
Trímannanevndin varð longu sett á stovn í mai 2021 av Mannarættindaráðnum hjá ST at kanna møgulig brot á altjóðarætt í Ísrael og palestinsku økjunum.
Hetta er onnur frágreiðing síðani álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober, fyri umleið einum ári síðani.
- Ísrael skal beinanvegin steðga fyrilitarleysu oyðileggingini av heilsuverkum í Gaza, sum er uttan fordømi, sigur kommissiónsformaðurin, Navi Pillay, sum er fyrrverandi hægstakommisserur fyri mannarættindi.
Frágreiðingin snýr seg eisini um ágang móti palestinskum fangum í Ísrael og gíslum í Gaza.
Bæði Ísrael og hernaðarligir palestinskir bólkar eru ákærdir fyri at fremja "pínu" og kynsligan harðskap.
Ísrael hevur ákært kommissiónina fyri "systematiskan mismun móti Ísrael".
Frágreiðingin í juni, sum eisini ákærdi Ísrael fyri brotsverk móti mannaættini, varð fullkomiliga afturvíst av Ísrael.
Frágreiðingin kemur eisini við hørðum atfinningum av hernaðarligum palestinskum bólkum.
Tað vísir, at gíslar í Gaza hava verið útsettir fyri "likamligari pínu og álvarsligari sálarligari líðing". Sambært frágreiðingini hava tey verið útsett fyri harðskapi, misnýtslu, kynsligum harðskapi, eyðmýking og avmarkaðari atgongd til mat og vatn.
- Hamas og aðrir palestinskir hernaðarbólkar framdu krígsbrotsverk sum pínu og ómenniskjaliga ella óndari viðferð - umframt brotsverk móti mannaættini, sigur kommissiónin.
Ritzau/AFP