Eystanstevna
Fimleikafelagið Støkk er við sínum 450 aktivu limum eitt av størstu ítróttarfeløgum í Eysturoynni. Hetta fimleikaárið vóru 25 lið við styrkivenjing, reiðskapsfimleiki og rútmiskum fimleiki undir leiðslu av 40 venjarum.
Árið ið fór
Í mars var stórkapping í rútmiskum fimleiki í Runavík, har liðini hjá Støkk stóðu seg væl. Kappingin var sera jøvn og liðini hjá Støkk blivu øll nummar 2 og fingu silvurheiðursmerkir.
Í apríl og mai vóru so reiðskapskappingarnar á Rituvíkarhálsi. Her gjørdust fimleikararnir hjá Støkk føroyameistarar í øllum bólkunum.
Aftur í ár hevði Støkk tvær væleydnaðar framsýningar við 1200 áskoðarum í ítróttarhøllini í Runavík.
Eystanstevnan
Støkk hevur nógv ymisk tiltøk á skránni í ár. Umframt at verða við á tivoliøkinum við tombola og loppumarknaði, verður stórur eystanstevnudansur leygarkvøldið í ítróttarhøllini í Runavík og gamlamannadansur í Støkkhøllini leygarkvøldið.
Sunnudagin verður fimleikaframsýning í ítróttarhøllini í Runavík. Framsýningin verður fjølbroytt við nógvum góðum fimleikarum, gestaliðum og eisini verður okkurt spennandi til børnini.
Vælkomin!
Fimleikafelagið Støkk bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin á Eystanstevnu 2004 í Runavík.
- Vónandi fáa vit øll eina góða stevnu, eru ynskini hjá fimleikarfelagnum.