Neistin-KÍF 34-24
(15-15)
Einki er at taka seg aftur í, at Neistmenninir vóru stórfavorittar at vinna dystin móti kollfirðingum sunnudagin. Í endaspælinum hevur Neistin vunnið allar dystirnar higartil, og hóast kollfirðingar hava vunnið seg úr botninum í sama tíðarskeiði, so munaði hetta helst lítið móti neistaliðnum, sum hevur sett kóst móti FM-heitinum, sum teir ikki hava vunnið síðani 1978.
Gekk javnt
Tá dysturin byrjaði, var tað tó als ikki so sjónligt, hvat av hesum liðum var partur í oddastríðnum. Kollfirðingar spældu nevnliga fult upp við Neistan, og hetta var ikki orsakað av, at Neistamenn ikki tóku uppgávuna í nóg stórum álvara.
Sera javnt gekk á allan fyrsta hálvleikin, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna.
Eftir ein javnan fyrra hálvleik, helt gongdin so at siga fram seinna umfarið. Neistin fekk tó vunnið sær eina lítla yvirvág, men einki er at ivast í, viðhaldsfólkini hjá Neistanum ikki kendu seg heilt trygg við støðuna.
Kollfirðingar stríddust av fullum huga alla tíðina, og hóast heimaliðið kanska hevði teir flestu møguleikararnar, so var sera trupult at fáa bóltin fram við landsliðsmálverjanum hjá KÍF.
Hetta broyttist tó fullkomuliga, tá einir átta minuttir vóru eftir at leika. Petur Martin Johansen, sum hevði leikt ein frálíkan dyst fyri kollfirðingar togaði í armin hjá Heini Joensen, tá hesin var um at sleppa leysur, og so varð ostaskorpan havd á lofti.
Seinastu løtuna fingu havnamenninir sjey mál á rað, soleiðist at talan at enda gjørdist um ein sigur, sum á pappírinum var tryggari enn í veruleikanum.
Hava veikleikar
Neistin hevur sostatt framhaldandi fult stigatal fyri endaspælið, nú teimum restar tríggjar dystir, og um teir eisini fáa fulla úrtøku úr hesum, er stríðið vunnið.
Kollfirðingar avdúkaðu tó, at neistaliðið hevur sínar veiku síður, og einki er at ivast í, at bæði strandingar og vestmenningar fara at royna at gera tað sama.
Kollfirðingar hava lítið annað enn æruna at spæla um seinastu dystirnar, men uttan iva er tað ein dyggur smeitur fyri teir, at teir mugu vera Petur Martin Johansen fyri uttan, tá teir komandi sunnudag aftur skulu til Havnar, har teir skulu royna seg móti hoyvíkingum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Áki Olsen 8, Heini Joensen 7 (3), Elmar Ósá 6, Kári Mortensen 5, Áki Mørk 4, Jákup Sverri Kass 2, Finnur Hansson 1, Rani Slættanes 1
KÍF: Petur Martin Johansen 8 (3), Jákup Dam 4, Petur Martin Poulsen 4 (1), Eddie Joensen 3, Jónálvur Johannesen 2, Per Joensen 1, Finn H. Johannesen 1, Vagnur Johannesen 1
Brotskøst:
Neistin 4, KÍF 4
Útvísingar:
Neistin 3, KÍF 2
Diskvalifikatión:
KÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur:
Kári Hansen og Dánial Hansen