Eisini í Vestmanna er eitt undirhús, sum í nøkur ár hevur verið karmur um hugnaløtur hja eldri monnum. Eini 20 menn plaga at leita sær í Undirhúsið um dagin. Fyri at fáa dagliga raksturin at ganga, so er neyðugt at útvega pening. Peningurin skal nýtast til nýmótansgerð av hølunum og hung annars. Tí verður skipað fyri eini risastórari bátastevnu í Vestmanna saman við kappróðrardeildini hjá VÍF, og verður hon tann 25. maj.
Øll kunnu koma við, men fyri at fáa grundarlag fyri stevnuni eru nøkur bátafeløg bjóðað við.
Um alt gongur eftir ætlan, so skal Brimil ella Tjaldrið fylgja bátafylginum úr Klaksvík, framvið Gøtuvík, framvið Eystnesi, har fleiri bátar koma upp í fylgið, og síðani sigla allir bátarnir til Havnar. Úr Havn fer stóri flotin til Vestmanna umvegis Kirkjubønes, og tá koma vónandi bátar av Tvøroyri, Vági og úr Sandoy og Hestoy upp í fylgið. Onki er at ivast í, at Sandavágur og Miðvágur, sum bæði eru stór bátapláss eisini koma við.
Ætlanin er at heita á allan flotan hjá vestmenningum um at fara út ímóti bátunun, sum koma til Vestmannar, so øll møtast í Vestmannasundi klokkan 15.30. Sìðani verður siglt til bátahylin í Vestmanna, og á Føroya Fiskavirking í bygdini fáa bátsmanningarnar suppu og okkurt annað gott. Um kvøldið verður countrydansur við Countrybólkinum úr Klaksvík í ítróttarhøllini.