Stór eykarokning fyri Skúlan á Fløtum

Tórshavnar Kommuna kann vænta sær eina stóra eykarokning fyri Skúlan á Fløtum

Fyrr í heyst bleiv nýggi Skúlin á Fløtum tikin í nýtslu. Skúlin kostar slakar 400 milliónir krónur at byggja, og nú er so greitt, at ein eykarokning eisini er ávegis.

Sum in.fo skilur tað, so krevur Articon, sum hevur staðið fyri byggingini, Tórshavnar Kommunu at gjalda eina rættiliga stóra eykarokning.

Hjá kommununi vil eingin siga, hvussu stóra eykarokning høvuðsarbeiðstakarin Articon er komin við, men sum in.fo skilur tað, so er eykarokningin umleið 21 milliónir krónur, og Tórshavnar Kommuna sigst vera sinnað at gera eina semju við Articon á umleið 15 milliónir krónur.

Býráðsfundur verður í komandi viku, og tá kemur málið fyri býráðið, og tá skal helst ein semja verða funnin.