Stór ferðavinnuráðstevna í Norðurlandahúsinum

Í hesum døgum er stór ferðavinnuráðstevna í Norðurlandahúsinum. Út við 50 umboð fyri ferðaskrivstovur og fjølmiðlar úr 10 ymiskum londum eru komin til árliga Visit Faroe Islands átakið, sum Atlantic Airways og SamVit, nú Uttanríkisráðið, skipa fyri

Ferðavinna

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Í dag, fríggjadag 24. apríl, hittast umboð fyri út við 50 ferðaskrivstovur og fjølmiðlar úr 10 ymiskum londum til fyrilestrar og workshops í Norðurlandahúsinum. Her fáa útlendsku gestirnir høvi at hitta føroyskar ferðavinnuveitarar. Í morgin verða útferðir á skránni og ferðaliðið fer avstað aftur sunnudagin.

Tiltakið, sum eitir Visit Faroe Islands, byggir á Fly Faroe átakið, sum Atlantic Airways hevur skipað fyri í fleiri ár.

Eftir Fly Faroe i fjør var avgerð tikin um at broyta navnið á tiltakinum fyri at gera tað til eitt átak fyri eina samlaða ferðavinnu.

SamVit og Atlantic Airways eru høvuðsfyrireikarar og eru sera væl nøgd við góðu undirtøkuna frá veitarunum.

Endamálið við átakinum er at fáa fatur í nýggjum ferðasmiðjum, sum vilja selja Føroyar og at halda samband við tey, sum longu hava Føroyar sum ferðafólkamál á skránni

- Vónin er, at Visit Faroe Islands mennist til árliga átakið, har ferðavinnan setur Føroyar sum ferðafólkaland á breddan og sum gerst staðið, har útlendskir ferðasmiðir og fjølmiðlar mugu koma fyri at kunna seg um nýggjastu tilboðini, skrivar SamVit á heimasíðu sínari.


National Geographic selur Føroyar

Í sølutekstinum til útlendsku gestirnar nýtir ráðstevnan heiðurin frá National Geographic Traveler sum oyggjaland nummar eitt í heiminum at vitja.

- Ráðstevnan verður í endanum á apríl, og okkara ynski er at geva tær eina smakkiroynd av hvat Føroyar hava at bjóða, og at vísa tær hví Føroyar vóru valdar til fremsta oyggjaland í heiminum at vitja av National Geographic Traveler.

Hesin heiður verður dúgliga nýttur at branda Føroyar við, og hevur hetta eftir øllum at døma eisini vakt áhugan hjá mongum uttanífrá.