Stór heystmótasýning á Hotel Føroyum

Tíðindaskriv

Handlar í miðbýnum skipa fyri stórari mótasýning á Hotel Føroyum
Hóskvøldið 31. oktober kl. 19.30 skipa handlar í miðbýnum fyri mótasýning og hugnakvøldi á Hotel Føroyum.
Heystið er komið og hetta vikuskifti endar summartíðin, og kvøldini verða longri. Hetta er eisini veitslutíð, lýst verður longu nú við jólaborðhaldum. Handlarnir í miðbýnum bjóða til hugnakvøld á Hotel Føroyum, har teir sýna fram alt tað nýggjasta innan móta til børn, ung og vaksin, til gerandis og til veitslu. Somuleiðis luttaka blómu- og gávuhandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva til veturin og jólini. Atgongumerkið er ein lutaseðil, og drigið verður millum nógvar góðar vinningar, m.a. tveir apex-ferðaseðlar við Atlantic Airways.
Luttakandi handlar eru: Niels Arge, Bamsan/Norðfashion, CN-Wear, Th. Dam Ítróttur, Diva, Fljóðið, Frú S, Hjá Kissa, Níggjuogtjúgu, Kallkyn, Línbúðin, Mótaskálin, PAU, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, TM Junior, Vilma, Vogue, Wrangler og Fótbúni.
Harafturat hava hesi eisini stuðlað tiltakinum: Atlantic Airways, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Keypssamtøkan, Th Dam á Hálsi. Marco Polo, Restaurant Merlot, Hotel Føroyar, Akkuleya og Trónd Hansen,
Atgongumerki kosta 50,00 kr. og fáast á Kunningarstovuni. Við í prísinum er kaffi og okkurt gott afturvið.